Lýsing
Hevur tú hug at koyra pumpubil?
Blandistøðin skal hava nýggjan førara á einum av okkara pumpubilum
Hevur tú lastbilakoyrikort (C) og dámar at síggja úrslitið av tínum arbeiði við egnum eygum? So er hetta kanska rætta starvið til tín!
Vit leita eftir einum eldhugaðum førara til pumpubil, sum vil hava ein týðandi leiklut í at seta grundina undir framtíðini.
Tín leiklutur
Sum pumpuførari verður tú hann, sum tryggjar, at betong kemur fram har tað skal – í rættari tíð og í rættari dygd. Tú verður ein týðandi brikkur í samstarvinum millum byggiplássið, okkara toymi og kundarnar. Ein dagur er ongantíð tann sama, og tú sleppur at uppliva alt frá stórum virkisbyggingum til smærri byggingar á privata marknaðinum.
Arbeiðsuppgávur
- At koyra pumpubil og tryggja betongveitingar til okkara egnu verkætlanir, til byggifyritøkur og til privata marknaðin.
- At samstarva við byggileiðarar og arbeiðsfólk á plássinum fyri at fáa alt at ganga uppá stás.
- At hava ábyrgd av, at bilar og maskinurnar á blandistøðini altíð eru í góðum standi.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú:
- ert arbeiðssom/samur, røkin og álítandi.
- dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðug/t.
- ert fleksibul og ikki bangin fyri nýggjum avbjóðingum.
- hevur koyrikort C (krav).
Vit bjóða tær
- Eitt starv, har tú veruliga sært týdningin av tínum arbeiði.
- Nútímans útgerð og góðar arbeiðsumstøður.
- Upplæring og menning, so tú fært allar neyðugar førleikar.
- At vera partur av einum sterkum og væl skipaðum toymi, sum hevur gott arbeiðslag og heldur saman.
- Kappingarføra løn
Hetta er starvið til tín, sum vil vera við til at byggja framtíðina – bókstaviliga!
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.