Lýsing
Ert tú til reiðar til eitt nýtt og spennandi starv?
Vit søkja ein nýggjan starvsfelaga til okkara køli- og frostdeild í Hoyvík.
Í FK Hoyvík arbeiða uml. 75 starvsfólk, ið skulu hava ein nýggjan starvsfelaga, ið fer at starvast í okkara køli- og frosttoymi.
Saman við tínum starvsfelagum tryggja tit at vit altíð hava ein innbjóðandi handil, og at vørur altíð eru í køli- og frystiboksunum.
Vit vænta at tú.
- ynskir at veita góða kundatænastu
- gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út
- hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst
- ert løtt/lættur av lyndi
- ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa
Vit bjóða tær eitt spennandi starv, ið gevur tær møguleika at menna tíni handilsligu evnir, og har eingir dagar eru líka.
Talan er um fulltíðarstarv.
Arbeiðstíðin er allar dagar í vikuni, uttan sunnudag. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8-16 gerandisdagar. Tá arbeitt verður leygardag, hevur tú frí onkran annan dag í vikuni.
Hevur tú spurningar, so ring til deildarstjóran Thomas Kromann á tlf. 21 25 31
Umsókn skal sendast til: tk@fk.fo ella FK Hoyvík Postboks 349 FO-188 Hoyvík Att.: Thomas Kromann
Umsóknarfreistin er 26. mai 2024. Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.