FK í Hoyvík
Útgivið
24. april 2024
Útgongur
26. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú til reiðar til eitt nýtt og spennandi starv?

Vit søkja ein nýggjan starvsfelaga til okkara køli- og frostdeild í Hoyvík.

Í FK Hoyvík arbeiða uml. 75 starvsfólk, ið skulu hava ein nýggjan starvsfelaga, ið fer at starvast í okkara køli- og frosttoymi.

Saman við tínum starvsfelagum tryggja tit at vit altíð hava ein innbjóðandi handil, og at vørur altíð eru í køli- og frystiboksunum.

Vit vænta at tú.

  • ynskir at veita góða kundatænastu
  • gongur høgt uppí, at handilin sær snøggur út
  • hevur góð samstarvsevni, samstundis sum tú arbeiðir sjálvstøðugt og miðvíst
  • ert løtt/lættur av lyndi
  • ert ikki bangin fyri at biðja um hjálp, eins og tú altíð ert fús/ur at hjálpa

Vit bjóða tær eitt spennandi starv, ið gevur tær møguleika at menna tíni handilsligu evnir, og har eingir dagar eru líka.

Talan er um fulltíðarstarv.

Arbeiðstíðin er allar dagar í vikuni, uttan sunnudag. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8-16 gerandisdagar. Tá arbeitt verður leygardag, hevur tú frí onkran annan dag í vikuni.

Hevur tú spurningar, so ring til deildarstjóran Thomas Kromann á tlf. 21 25 31

Umsókn skal sendast til: tk@fk.fo ella FK Hoyvík Postboks 349 FO-188 Hoyvík Att.: Thomas Kromann

Umsóknarfreistin er 26. mai 2024. Vit viðgera umsóknirnar so hvørt tær koma inn.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið