Lýsing
Vit leita eftir einum nærløgdum og tænastusinnaðum starvsfólki, ið hevur royndir innan HR økið, herundir tænastuplanlegging og almenna fyrisiting til setan skjótst gjørligt og í fyribils eitt ár við møguleika fyri føstum starvi.
Arbeiðsuppgávurnar á HR deildin eru sera fjølbroyttar. Tí vænta vit, at tær dámar væl at fara til arbeiðis í einum umhvørvi við nógvum og ymiskum uppgávum. Tað er umráðandi, at tú ert væl skipað/ur, arbeiðir sjálvstøðugt, umframt, at tú ert fleksibul og tolir broytingar í arbeiðsuppgávunum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
Fyrisiting
- Útbúgvingar- og skeiðsvirksemi
- Lýsingar
- Setanir
- Journalisering
- Árshjól
- Lønaruppfylging
- Viðlíkahald av intranetinum
Tænastuplanlegging
- Dagligar uppfylgingar og broytingar av vaktum
- Barsil
- Feria
- Sjúkrameldingar
- Skáseting av førleikum
- Undirvísing av tíðarskráseting
Førleikakrøv
- Skrivstovuútbúgving innan almenna fyrisiting e.l.
- Royndir innan HR økið
- Royndir við tænastuplanlegging
- Góðar telduførleikar og megnar at seta teg inn í nýggjar skipanir
Lønar- og setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum HK-Stat og Moderniseringsstyrelsen.
Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. august 2022 og skal sendast til:
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annu D. Háberg, HRstjóra, tlf. 792319.
Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast av PET. Starvið verður sett tá góðkenningin fyriliggur.