Lýsing
Føroya Tele søkir eftir einum virkisfýsnum og framskygdum samtaksstjóra við drúgvum leiðsluroyndum og evnum til at ganga á odda og framhaldandi tryggja ein úrslitagóðan og sunnan rakstur.
Sum fremsti veitari av kunningar- og fjarskiftistænastum í Føroyum stendur stjórin á odda fyri einum av landsins størstu og týdningarmiklastu fyritøkum. Stórar broytingar eru fyri framman innan fjarskiftistænastur, og tískil er tað týdningarmikið, at nýggi stjórin kann menna fyritøkuna til framhaldandi at fremja burðardyggar loysnir, Føroya fólki til gagns.
Føroya Tele knýtir føroyingar saman í einfalt fjarskifti, sum skal vera tað besta og fremsta av sínum slag, og í meira enn 110 ár hevur felagið tænt føroyingum, og føroyska fólkið hevur verið og er hjartaslátturin í fyritøkuni.
Føroya Tele er ein sunn og effektiv fyritøka, ið hevur havt og framhaldandi hevur møguleika at leggja dent á at menna og útbyggja netið í Føroyum, so tað hevur altjóða dygd, og harvið veita Føroya fólki best møguligu fjarskiftistænastur til rímiligan penga. Góði raksturin hjá Føroya Tele verður brúktur til at geva føroyska brúkaranum betri prísir og tænastur á føroyska marknaðinum, bæði hjá vinnuni og privatum.
Starv og ábyrgd
Nýggi stjórin skal útinna løgdu kósina og harumframt vera við til at tillaga framtíðarkós felagsins saman við leiðslubólkinum og nevndini.
Stjórin fær ábyrgdina av dagligu leiðsluni hjá felagnum og teimum 200 dugnaligu starvsfólkunum, sum starvast í Føroya Tele, og skal tryggja ein úrslitagóðan og sunnan rakstur.
Uppgávan hjá stjóranum verður eisini framhaldandi at hyggja eftir grundarlagnum hjá felagnum og styrkja og menna virksemið.
Sum kunningar- og fjarskiftisfelag, átt av landinum, fær nýggi stjórin ein týðandi leiklut í samfelagnum, og tí verður tað ein týdningarmikil uppgáva hjá stjóranum at duga og megna at ganga á odda í samskiftinum við viðskiftafólk og samfelag. Áhugapartar í samskiftinum eru m.a. myndugleikar, miðlar, fakfeløg, samstarvsfelagar í Føroyum og uttanlands. Nýggi stjórin skal sostatt vera eitt sterkt umboð fyri Føroya Tele og Føroyar sum heild og eigur at skilja týdningin og leiklutin hjá felagnum í føroyska samfelagnum.
Væntanir og førleikar
Nýggi stjórin hevur hollar royndir sum leiðari og hevur eyðsýndar leiðsluførleikar umframt ein sjónligan og nærverandi leiðslustíl. Stjórin skal stuðla og vegleiða, soleiðis at starvsfólkini ganga undan og taka ábyrgd. Sum persónur skal stjórin vera úrslitssøkin og klára at útinna hugsan í verki við styrki, áhaldni og einum skipaðum arbeiðshátti. Tað er av alstórum týdningi, at nýggi stjórin megnar at reka fyritøkuna víðari við fokus á ein effektivan rakstur, og samstundis skal viðkomandi hava sterk strategisk evnir og góðan kunnleika innan tøkni og galdandi lóggávu og regulering fyri virkisøkini.
Føroya Tele er ein fjøltáttað fyritøka, og tí er eisini umráðandi, at stjórin hevur góð analytisk evnir og ein áhuga í fjarskiftisvinnuni, soleiðis at viðkomandi skjótt kann seta seg inn í rák og avbjóðingar, sum gera seg galdandi.
Stjórin væntast at hava eina viðkomandi tekniska ella búskaparliga útbúgving frá hægri lærustovni.
Umsókn og freist
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv í einari sterkari og ábyrgdarfullari fyritøku við eldhugaðum og tænastusinnaðum starvsfólkum, ið tillaga seg tær broytingar, sum støðugt henda á marknaðinum. Harafturat er ein góð og fjøllbroytt nevnd, sum endurspeglar væntanir og krøv, ið verða sett komandi stjóranum.
Spurningar um starvið kunnu setast Bjarna Arnason, nevndarformanni, á telefon 551300.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 31. oktobur 2023. Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til ceo@ft.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Føroya Tele er samtak við móðurfelag og dótturfeløgunum FT Samskifti, Televarpið, Net, Shefa, bretska felagið Shefa Telecom Ltd umframt atknýttu feløgini Formula, Føroyska Nummarfelagið og Klintra/Føroya Tele samtakið. Samlaða sølan hjá samtakinum var 415 mió. kr. í 2022, og fíggjarstøðan javnvigaði við 792 mió. kr., meðan eginognin var 522 mió. kr. við roknskaparlok 2022.
Felagið hevur sum endamál at hava í hondum og reka fjarskiftiskervi og fjarskiftistænastu umframt aðra vinnu, sum hevur samband við hetta virksemið. Móðurfelagið er sett saman av stápsbygnaðum, sum virka gjøgnum alt samtakið. Dótturfeløgini eru fult sjálvstøðug feløg, sum skal tryggja gjøgnumskygni og neutralitet millum kervispartin og tænastupartin. Virkisbygnaðurin tryggjar øllum veitarum á marknaðinum javnbjóðis atgongd til kervið undir somu treytum.
Starvsfólkatalið liggur á 200 fólkum í miðaI, og aldurspennið er frá 19 árum upp í 73 ár. Kynsbýtið er 47 kvinnur og 141 menn.