DAS Happadráttur
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
24. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Íslendski happadrátturin DAS leitar eftir fólki at vera umboð, rødd og andlit hjá DAS í Føroyum. Starvið er parttíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum.

Sum umboð fyri DAS skalt tú svara spurningum frá føroyskum viðskiftafólki umvegis telefon, teldupost og sosialar miðlar.

Tú skalt eisini umsita føroysku Facebook- og Instagramsíðurnar hjá felagnum, og í tøttum samstarvi við DAS í Íslandi og okkara føroyska samskiftisveitara, avgreiða átøk og annrs mynda DAS í Føroyum.

Vit vænta, at tú:

-     ert fyrikomandi
-     dugir væl at lurta og leiðbeina
-     dugir væl føroyskt mál í skrift og talu
-     (skal man duga gott føroyskt mál? – ella má tað vera: dugir VÆL føroyskt mál...)
-     skilur enskt ella íslendskt
-     dugir at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
-     hevur grundleggjandi telduførleikar
-     hevur royndir innan tænastu

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv, har tú í stóran mun skipar tín egna arbeiðsdag. Løn sa mbært avtalu.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva til okkara á valgeir@das.is ella ringja til okkara á +354 780 4077

Umsókn, ið skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. oktober, skal sendast til valgeir@das.is

Um DAS Happadrátt
DAS Happadráttur er íslendskt eydnuspæl, við dráttum hvørja viku, ið árliga útlutar yvir 50.000 vinningar fyri slakar 100 mió DKK.

DAS varð sett á stovn í 1954 og er vælgerandi felag, ið letur nærum 40% av søluni út aftur sum vinningar. Yvirskotið fer fyrst og fremst til at betra umstøðurnar hjá eldri borgarum.

Í Føroyum samstarvar DAS við Ítróttavedding og letur sostatt ein part til føroyskan ítrótt og føroyska mentan.

Føroyingar hava altíð spælt við í happadráttinum hjá DAS. Sølan av lutaseðlum fer fram á das.fo, og allir vinningar eru sjálvandi skattafríir.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið