Landsverk
Útgivið
1. juli 2024
Útgongur
13. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava nógv at gera á asfaltverkinum inni á Sundi og leita nú eftir einum nýggjum starvsfelaga, sum hevur hug og árræði at vera við í arbeiðinum, so vit fáa gerandisdagin at glíða smidliga.
Asfaltverkið framleiðir asfalt til ymisk endamál so sum vegir, havnir, ídnaðarøkir, gongubreytir og tún.

Sum starvsfólk á asfaltverkinum ert tú ein partur av einum lítlum toymi, sum samstarvar tætt. Asfaltverkið hoyrir undir Virkisdeildini hjá Landsverki, sum hevur ábyrgd av fjølbroytta virksemi kring landið, so sum rakstur og viðlíkahald av landsvegakervinum, smiðjuarbeiði, asfalt- og skervframleiðslu, og umsiting av tyrlupallum.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at:

  • luttaka í dagligu framleiðsluni, herundir hava eftirlit við maskinútbúnaði, sum er í rakstri, og leypandi vera við í arbeiðinum at tryggja støðuga framleiðslu
  • vera við í fyribyrgjandi viðlíkahaldi av útgerð
  • koyra lessingamaskinu
  • blanda asfalt saman við blandimeistara
  • halda økið reint og nossligt
  • veita kundum asfalt
  • annað fyrifallandi arbeiði

Um teg
Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Tað er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Sum persónur ert tú ágrýtin, fyrikomandi, fleksibul og til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, eins og at geva eina hjálpandi hond.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært avvarðandi sáttmála.

Arbeiðsstaðurin er inni á Sundi. Harumframt má roknast við skiftandi arbeiðstíðum og nógvum úrtíðararbeiði í ávísum tíðarskeiðum, serliga frá apríl til desember.

Umsóknir
Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. juli 2024.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Esmar Elttør, formann á asfaltverkið, á 290 769 ella esel@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið