Lýsing
Vegna vaksandi virksemi leita vit eftir fólki til betongarbeiði hjá Articon í Norðoyggjum og Eysturoynni.
Arbeiðsøki:
- Forskalla
- Binda og bukka jarn
- Gólvstoyping
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Tú verður partur av einum toymi, har vit stuðla hvør øðrum at røkka settum málum.
Vit vænta, at tú:
- ert arbeiðssamur/-som
- ert røkin og álítandi
- hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
- Nútímans útgerð
- Eina spennandi yrkisleið
- Persónliga og fakliga førleikamenning
Lønin og setanartreytir
Størvini verða sett skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðara, telefon 226117.
Umsókn
Tú søkir starvið her.
Freistin at søkja starvið er 25. mai 2023
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð- og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 270 fólk.