Lýsing
Áðrenn vit vita av, so er summarið komið, og tí sóknast Strandfaraskip Landsins eftir
fólki til catering og galluna umborð á Smyrli.
Niðanfyri fært tú innlit í hvørji førleikakrøv eru til størvini. Talan er um tíðarskeiðið frá
fyrst í mai til síðst í august. Arbeiðstíðin verður fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan
hjá Smyrli.
Um tú sum umsøkjari bert er partvís tøkur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at
upplýsa, nær tú er tøkur.
Førleikakrøv til Catering
- Heilsuváttan (bláu bók) (SSL endurrindar)
- Trygdarskeið - STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Tú skalt vera 17 ár
Tað kann verða ein fyrimunur, at hava reinførisprógv (Hygiejne Certificate). Í mun
til málførleika skalt tú megna at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og
enskum.
Førleikakrøv sum kokkur
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Vinnubræv sum skipskokkur við handilsskipi
Onnur viðkomandi krøv
Annars vænta vit, at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð
samstarvsevnir.
Vit vænta eisini, at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við
nýggjum avbjóðingum.
Setan, løn og umsókn
- Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
- Starvið sum kokkur verður lønt í lønarflokki 6 + 3 stig.
- Starvið sum catering verður lønt í 6. lønarflokki.
Umsóknarfreistin er 1. mars 2026.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til tænastuleiðaran á tlf.
293046 ella við at senda ein teldupost á smyril.catering@ssl.fo.
Um okkum
Strandfaraskip Landsins – ella Strandferðslan – virkar kring alt landið allar dagar í árinum
frá árla á morgni til út á midnátt. Endamálið er at lúka landsins tørv á innanlands fólkaog farmaflutningi.
Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir (8 ferjur) og 23
bygdaleiðir (48 bussar). Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión, harav
725.000 við ferjunum og 520.000 við bussunum. Í hesum tíðarskeiðnum fluttu
Strandfaraskip Landsins 188.000 akfør. Starvsfólkahópurin er umleið 180 fólk, og
høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.