Landsverk
Útgivið
12. november 2024
Útgongur
27. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi smiði við góðum handalagi til smiðjuna á Lambareiði at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði í smiðjuni.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving sum smiður, maskinist, entreprenørmaskinsmiður, maskinsmiður ella líknandi. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Harumframt er tað ein treyt at hava vanliga koyrikortið. Ein fyrimunur er, um tú hevur stóra koyrikortið.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert dugnalig/-ur, álítandi og arbeiðssom/-samu. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti

Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.

Arbeiðsstaðurin er Lambareiði, tó má roknast við at arbeitt verður kring alt landið.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir

Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast okkum, við at trýsta "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. november 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Johnleif Hansen, formann á tlf. 290 926 ella á teldupost joha@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið