Landsverk
Útgivið
24. januar 2025
Útgongur
9. februar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk søkir eftir einum dugnaligum og álítandi fólki til handverksligt arbeiði í smiðjuni á Lambareiði at byrja skjótast til ber. Talan er um tíðaravmarkað starv í 6 mánaðar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og umvæling av maskinum og bilum, umframt annað arbeiði í smiðjuni og kring landið.

Førleikakrøv
Tú ert dugnalig/ur, álítandi og hevur gott handalag. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi handverksliga ella maskinist útbúgving. Ert tú sjálvlærd/-ur við drúgvum royndum innan líknandi arbeiði, ert tú eisini vælkomin at søkja.

Tað er ein treyt, at tú hevur vanliga koyrikortið. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanarviðurskifti
Talan er um tíðaravmarkað fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.

Arbeiðsstaðurin er á Lambareiði, tó má roknast við at arbeitt verður kring alt landið.

Løn og setanarviðurskiftir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast okkum, við at trýsta "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. februar 2025.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Johnleif Hansen, formann á tlf. 290 926 ella á teldupost joha@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið