Lýsing
Vónin hevur nú í eina tíð verið í gongd við eina sera spennandi verkætlan við at menna fult stýrbarar trollemmar, sum vit kallað Twister.
Vit eru komin væl ávegis við hesari verkætlan, og í hesum sambandið hevur okkum tørv á einum fólkið, sum kann virkað sum eitt bindilið.
Tú fær allar endarnar at hanga saman, fær tingini sett í gongd og skipar fyri at kundin fær tað neyðugu tænastuna.
Tú kemur at arbeiða tætt saman við sølufólkunum, mennararunum og undirveitarum, men av tí at talan er um eitt nýtt fast starv, kemur tú í stóran mun sjálvur at mynda starvið.
Starvið inniheldur m.a.:
- Verkætlanarstýring
- Samskipan
- Samskifti við kundar
- Samskifti við veitarar
- Vørumenning
- Royndir umborð trolarum
- Ferðing uttanlanda
Førleikar Persónurin vit leita eftir skal vera
- Tænastusinnaður
- Væl skipaður
- Tekniskar førleikar
- Duga føroyskt, danskt og enskt
- Fáa tingini at henda skjótt tá tørvur er á tí
- Fleksibul
- Duga at finna loysnir
- Royndir frá trolarum er ynskiligt men ikki nakað krav
Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn
Vil tú vita meir um starvið ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. Juli og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum
“Twister starvsfólk”
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við 17 deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Norra, Litava, Danmark og Russlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.