Landsverk
Útgivið
6. marts 2025
Útgongur
25. marts 2025
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Vit leita eftir ágrýtnum og dugnaligum starvsfólkum við tekniskum áhuga og innliti, og/ella útbúgving í tunnilsgerð.

Um tunnilstoymið

Tunnilstoymið er ætlað at taka sær av gerð av minni tunnilsverkætlanum til smærri bygdir.

Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni. Tunnilin var skotin ígjøgnum í nov. 2023 og er umleið 2165 metrar. Høvuðsbyggiplásssið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað innan Landsverk við einum tunnilstoymi, harumframt eru ymiskir undirveitarar knýttir at arbeiðinum. Arbeitt verður nú við liðugtgerð av tunlinum.

Á heystið 2025 er ætlanin, at tunnilstoymið fer undir gerð av tunli til Tjørnuvíkar. Tunnilin gongur frá Marmaskallará norðanfyri Víkarnes/Haldórsvík til Tjørnuvíkar og verður umleið 2200 metrar.  Verkætlanirnar eru skipaðar saman við verkfrøðiliga serkunnleikanum hjá Landsverki.

Arbeiðsøkið

Sum partur av tunnilstoyminum, fert tú at luttaka í fjølbroyttum uppgávum innan tunnilsgerð. Harumframt fara tit í tíðarskeiðum at arbeiða við trygging av verandi tunlum.

Vit ímynda okkum, at tú hevur  áhuga í upplæring í tunnilsgerð, men eisini møguligari upplæring í boring/borivogni og øðrum maskinamboðum í sambandi við tunnilsgerð og -trygging. Fyrimunur er at hava sans og áhuga fyri teknikki og viðlíkahaldi.

Um teg

Tú hevur áhuga fyri at arbeiða við spennandi og avbjóðandi tunnilsgerð, og at fáa neyðugu upplæringina.

Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur eru ein fyrimunur. Tú skal hava vanliga koyrikortið. Útbúgving sum eitt nú tøkningur, smiðjur ella maskinistur kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú ágrýtin, hevur góðu heilsu, og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar uppgávur, eins og at geva eina hjálpandi hond. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur/-som, dugnalig/ur og fleksibul.

Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans, ert árvakin og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanartreytir

Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðstíðin verður tillagað sbrt. arbeiðsgongdini í tunlinum, vanliga í skiftandi umførum á umleið 10 dagar og 10 dagar frí, men má starvssetti tola broytingar. Roknast má við úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð. Eisini má í sambandi við trygging av verandi tunlum roknast við kvøld- og náttararbeiði.

Talan er um starv við skiftandi arbeiðsstaði, sum hevur høvuðsarbeiðsstað á Lambareiði. Í løtuni verður arbeitt í Húsavík. og ætlandi verður flutt til byggiplássið norðanfyri Haldórsvík í heyst, umframt kring landið í sambandi við trygging av verandi tunlum.

Umsóknir

Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mars 2025.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mortan Gaasedal anleggsleiðara á telefon 290 875 ella teldupost morg@lv.fo ella til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini, á telefon 290 871 ella siva@lv.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið