J&K Petersen P/f
Útgivið
22. maj 2022
Útgongur
21. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Verkstaðið hjá J&K Petersen søkir eftir dugnaligum fólki við tekniskari vitan

 Søkt verður eftir maskinisti, maskinsmiði ella mekanikara til verkstaðið hjá J&K Petersen.

Verkstaðið tekur sær av øllum tekniskum og mekaniskum umvælingum, so sum viðlíkahald av bilum, entreprenørmaskinum, amboðum og øðrum, sum hoyrir til tekniska og mekaniska økið.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum, at  ert útlærdur maskinist, maskinsmiður, mekanikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving og at  ert:

  • samstarvssinnað/ur
  • vælskipað/ur
  • arbeiðssom/samur og dugur at arbeiða sjálvstøðugt

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv.

Nakað fyri teg?
Ring til Torstein H. Olsen, verkstaðsleiðara, á telefon 585068 gerandisdagar millum kl. 08-16 og hoyr nærri. Umsókn kann sendast til starv@jkp.fo. Til ber eisini at støkka inn á gólvið  á Hjalla 13, Hoyvík.

Umsóknarfreistin er mánadagin 6. juni 2022. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um J & K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 180 fólk starvast í fyritøkuni.

FØROYSK BYGGING  FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið