LANDSVERK
Útgivið
15. november 2022
Útgongur
29. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir ágrýtnum og dugnaligum starvsfólki (M/K) ,sum við tekniskum innliti ella útbúgving, umframt áhuga, kvikleikaog h egni at vera lærdur upp, kann seta seg við stýripultarnar (el-hondtøkini) í einum borivogni.

Um tunnilstoymið
Í 2021 byrjaði arbeiðið at gera tunnil frá Húsavík til Dals í Sandoynni - tunnilin verður umleið 2200 metrar.

Høvuðsbyggiplásssið er í Húsavík. Arbeiðið er skipað burturav innan Landsverk við einum tunnilstoymi, harumframt eru undirveitarar knýttir at arbeiðinum. Arbeiðið er nú komið væl áleiðis, og er ætlanin at komið er ígjøgnum fjallið til Dals í seinnu hálvu av 2023.

Ætlanin er, at tunnilstoymið framyvir skal taka sær av tunnilsverkætlanum til smærri bygdir. Verkætlanin er skipað saman við verkfrøðiliga serkunnleikanum á Landsverki.

Arbeiðsøkið
Sum partur av tunnilstoyminum, fert tú at luttaka í fjølbroyttum uppgávum innan tunnilsgerð. Ynski er at settu persónarnir hava áhuga í upplæring í boring og borivogni, rímuligan sans fyri teknikki og annars øllum tunnilsarbeiði og vegagerð.

Um teg
Hevur áhuga fyri at arbeiða við spennandi og avbjóðandi tunnilsgerð, og at fáa neyðugu upplæringina.

Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur eru ein fyrimunur. Tú skal hava vanliga koyrikortið. Útbúgving sum eitt nú tøkningur, smiðjur ella maskinistur kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Sum persónur ert tú ágrýtin og hevur áræði at seta teg inn í nýggjar uppgávur, eins og at geva eina hjálpandi hond. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur/-som, dugnalig/ur og fleksibul.

Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans , ert árvakin og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum.

Setanartreytir
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Arbeiðsstaðurin er í løtuni í Húsavík. Arbeiðstíðin er vanliga skipað soleiðis, at arbeitt verður samanhangandi umleið helvtina av mánaðinum, og síðani frí umleið helvtina. Roknast má við nógvum úrtíðararbeiði og nakað av forskotnari arbeiðstíð.

Umsókn og lívsrensl (cv) skal sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. november 2022.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mortan Gaasedal anleggsleiðara á telefon 290 875 ella teldupost morg@lv.fo ella til Sigurð Ó. Vang, deildarleiðara á Verkætlanardeildini, á telefon 290 871 ella siva@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið