Lýsing
Landsverk sóknast eftir ábyrgdarfullum og arbeiðssomum persóni at leiða dagliga arbeiði á asfaltverkinum á Sundi.
Um starvið
Tín høvuðsuppgáva verður at leiða og skipa dagliga arbeiðið, soleiðis at vit hava eina støðuga asfaltframleiðslu. Fýra dugnalig starvsfólk vísa til tín. Tey blanda asfalt, koyra lessimaskinu, taka lut í viðlíkahaldi og loysa aðrar fyrifallandi uppgávur.
Ein umráðandi partur av tínum starvi verður at samstarva við okkara starvsstovu fyri at tryggja, at Landsverk støðugt blandar asfalt, sum lýkur altjóða góðskukrøv. Harumframt hevur tú umsitingarligar uppgávur, sum t.d. at vátta rokningar, skráseta lønir og samskifta við kundar. Tú vísir til rakstrarleiðaran á framleiðsluni, sum eisini hevur grótbrotini hjá Landsverki um hendi.
Rætti umsøkjarin fær eitt sjálvstøðugt og týdningarmikið starv í einum tíðarhóskandi asfaltverki. Vit bjóða tær eina góða innleiðslu, fyri at geva tær eitt gott grundarlag at eydnast í starvinum.
Um teg
Vit vænta, at tú er ábyrgdarfull/ur, arbeiðssamur/som og fús/ur at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tá ið tørvur er á tí. Væntað verður eisini, at tú fert væl við útgerðini, sum m.a. kemur til sjóndar við, at tú gagnnýtir tíðina, til at skipa vanligt og fyribyrgjandi viðlíkahald, soleiðis at verkið framhaldandi verður hildið í góðum standi.
Vit ímynda okkum, at tú hevur gott maskintekniskt innlit og hevur viðkomandi útbúgving. Royndir innan líknandi arbeiði eru ein fyrimunur, men eingin treyt.
Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Sum persónur hevur tú góð samstarvsevni, ert væl skipað/ur og dugir væl at finna loysnir. Tú gongur fremst, tá ið ræður um trygd í arbeiðinum og vísir arbeiðinum, trygdini og trygdarreglunum ans.
Framleiðslan, víðlíkahaldið og umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika og ert førur fyri at seta teg inn í nýggjar telduskipanir.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Roknast má við úrtíðararbeiði, serliga um summarið, tá arbeiðsdagurin byrjar tíðliga á morgni.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast gjøgnum okkara heimasíðu www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagið 10. juli 2025.
Ynskir tú at hoyra nærri um starvið, kanst tú venda tær til Jack Johansen, rakstrarleiðara á tlf 290721 ella jajo@lv.fo.