Lýsing
Søkt verður eftir formanni til betongarbeiðið.
Starvið fevnir um at loysa spennandi og avbjóðandi verkætlanir innan bygging.
J&K Petersen hevur nógv arbeiði í ger og hevur fyritøkan fleiri spennandi verkætlanir fyri framman.
Førleikakrøv: Um tú hevur royndir sum betongformaður og er vanur við at ganga undan, ert tú tann rætti til starvið. Vit arbeiða við nútímans útgerð og vænta samstundis, at tú sum formaður hugsar í praktiskum loysnum.
J&K Petersen setir trygdina fyri arbeiðsfólkið í hásæti. Tí skal tú hava neyðugan hugburð um trygd.
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
- Møguleikar fyri fakligari menning.
- Løn, ið samsvara við útbúgving og royndir.
Tann ið settur verður má hava koyrikort.
Umsóknir við prógvum, CV. v.m. skulu sendast við maili á: starv@jkp.fo. Umsóknarfreistin er 7. mars 2021.
Starvið verður sett so skjótt vit finna tann rætta umsøkjaran.
Um spurningar eru í samband við starvið ert tú vælkomin at tosa við Finnur Joensen HR- og fyrisitingarleiðara á tlf. 58 50 36 ella Stein Olvur Petersen, stjóra, 58 50 01.
Um J & K Petersen
J & K Petersen er eitt entreprenørfelag stovnað í 1975, og er millum elstu og størstu entreprenørfyritøkur í landinum. Umframt bygnings-, tunnils- og havnaarbeiði fæst fyritøkan við jørð- og betongarbeiði. Umleið 170 fólk starvast í fyritøkuni.
FØROYSK BYGGING - FAKLIGUR STOLTLEIKI