Lýsing
Vilt tú vera við til at menna okkara viðlíkahaldstoymið? Dugir tú væl at leggja arbeiði til rættis, og hevur tú góðar tekniskar førleikar? So er at søkja.
Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi formanni til okkara tøkniligt viðlíkahaldstoymið, at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- viðlíkahald av tøkniligari ogn hjá stovninum, herundir veðurstøðum, ferðsluteljarum, ferðgáum, kameraskipan, aldumátarar og mangt annað
- eftirlit við vitum og ráðgeving í hesum sambandi
- aðrar fyrifallandi uppgávur hjá stovninum, har økið dekkar alt landið
- starvsfólkaábyrgd
- samskipa og planleggja arbeiðsuppgávur hjá viðlíkahaldstoyminum
Tínar uppgávur koma at hava ávirkan á okkara dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum. Tú far eitt arbeiðspláss, sum gevur rúm fyri førleikamenning og upplæring innan økið. Talan er um eitt toymi, sum er í støðugari menning og við nógvum fjølbroyttum og mennandi uppgávum.
Tað er neyðugt, at tú er stinnur innan KT, vegna tær teknisku skipanir, ið tøknitoymið umsitur.
Førleikakrøv
Tú skal hava handverkara útbúgving, ið er hóskandi til uppgávurnar, ella líknandi. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Koyrikort er ein treyt.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir og hondhevjar galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur.
Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.
Setanarviðurskiftir
Starvið er fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Tín fasti arbeiðsstaður er í Kollafirði, og arbeiðsøkið kann fevna um alt landið.
Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast okkum, við at trýsta á ljósa bláa knøttin omanfyri, og vera okkum í hendi í seinasta lagið 20. november 2023.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Allan Magnussen, leiðari fyri smiðjurnar, tel. 290 725 ella umvegis teldupost: alma@lv.fo.