Útgivið
25. august 2022
Útgongur
12. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fjølbroytt og spennandi starv sum formaður fyri okkara toymi av dagmonnum er leyst at søkja

Tórshavnar havn
Tórshavnar havn er størsta havnin í Føroyum. Afturat Tórshavn, eru eisini Kollafjørður, Sund, Kaldbak, Nólsoy, Kirkjubøur, Hestur og Koltur partur av Tórshavnar Havn.

Tórshavnar havn veitir nógvar ymiskar tænastur til okkara kundar. Okkara nýggja og dagførda havnalag tekur ímóti øllum skipum, tó mest bingjuskipum, roro-skipum, ferðamannaskipum og fiskiskipum. Hvørja viku er beinleiðis samband til Íslands, Skandinavia og aðrar havnir í Evropa.

Tórshavnar havn bjóðar
Tórshavnar havn bjóðar eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og spennandi uppgávum, har tú arbeiðir sjálvstøðugt og í toymi og hevur góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning.

Nakrar av høvuðsuppgávunum:

  • Formaður og vera partur av toymi við dagmonnum á 4 persónar, sum røkir og viðlíkaheldur okkara annlegg og útgerð, sum t.d bátabrúgvar, bygningar, tekniskar installatiónir, v.m.
  • Samskifta og hjálpa okkara viðskiftafólki við ymiskum uppgávum & spurningum, sum stinga seg upp í dagliga samskiftinum.
  • Binda og loysa skip
  • Menning og rakstur av viðlíkahaldsskipan.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving, sum t.d maskinmeistari, smiður ella aðra viðkomandi útbúgving / førleikar, umframt viðkomandi royndir sum maskinmeistari og/ella handverkari.

Koyrikort til vanligan persónbil er krav.

Persónligir eginleikar
Tú skal hava góðar samskiftisførleikar og harumframt vera fyrikomandi. Tú skalt hava eina góða fatan av, hvat tað vil siga, at arbeiða í einum dynamiskum og krevjandi umhvørvi.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Løn er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Andrias Vang, havnarmeistara telefon 23 98 00 ella t-post andriasv@torshavn.fo

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving og lívsrensl skulu vera Tórshavnar Havn í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. Septembur 2022 kl. 12.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið