Lýsing
Formaður/blandimeistari til asfaltframleiðsluna hjá Landsverki
Landsverk sóknast eftir formanni til asfaltframleiðslu okkara, sum er í Hundsarabotni og á Sundi.
Arbeiðsuppgávur
Tú hevur dagligu ábyrgdina av asfaltframleiðsluni og luttekur eisini í dagliga rakstrinum sum blandimeistari. Somuleiðis hevur tú ábyrgdina av umsitingarligum uppgávum.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- asfaltframleiðslu við PLC-stýrdari útgerð
- leypandi eftirlit og viðlíkahald av asfaltverkinum
- aðrar fyrifallandi uppgávur.
Førleikakrøv
Tað er fyrimunur, um tú hevur viðkomandi útbúgving, til dømis sum maskinist ella maskinsmiður. Royndir innan líknandi arbeiði eru eisini ein fyrimunur, men eingin treyt.
Tú dugir væl við fólki, og tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal leggjast til rættis og útinnast. Leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Sum persónur ert tú samstarvandi, væl skipað/ur og dugir væl at finna loysnir. Eisini er umráðandi, at tú hevur góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga.
Umsitingarligu uppgávurnar krevja, at tú hevur góðan telduførleika. Hetta merkir, at tú skalt hava kunnleika til teldupost, tekstviðgerð og rokniark.
Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er tað umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur.
Tað er ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Stóra koyrikortið er ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast gjøgnum okkara heimasíðu www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. november 2021.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árant Løkja verkleiðara á tlf 290757 ella arlo@lv.fo ella Boða Haraldson, deildarleiðara, á tlf. 290 841 ella teldupost boha@lv.fo.
Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.
Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.