Útgivið
12. november 2021
Útgongur
26. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Formaður til tøkniliga viðlíkahaldstoymið hjá Landsverki

Dámar tær at skipa arbeiði? Vilt tú vera við til at menna eitt nýtt viðlíkahaldstoymi, og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini í senn? So er at søkja.

Landsverk søkir eftir dugnaligum og álítandi formanni til eitt nýtt tøkniligt viðlíkahaldstoymi, at byrja skjótast til ber.

Nýggja viðlíkahaldstoymið verður mannað av einum formanni og einum teknikara. Saman fer hetta toymið at røkja nógvar ymiskar viðlíkahaldsuppgávur, ið stovnurin hevur um hendi.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av tøkniligari ogn hjá stovninum, herundir veðurstøðum, ferðsluteljarum, ferðgáum og mongum øðrum
  • eftirlit við vitum og ráðgeving í hesum sambandi
  • aðrar fyrifallandi uppgávur hjá stovninum
  • aðrar formansuppgávur

Førleikakrøv
Tú hevur handverkaraútbúgving, ið er hóskandi til uppgávurnar. Royndir innan oman fyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávum.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.

Setanarviðurskiftir
Starvið er fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði.

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Fasti arbeiðsstaðurin er í Kollafirði, og arbeiðsøkið kann fevna um alt landið.

Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. november 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, økisleiðara, tel. 290 887 ella umvegis teldupost: mool@lv.fo.

Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.

Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið