Tjóðsavnið
Útgivið
13. januar 2025
Útgongur
26. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tjóðsavnið søkir eftir fornfrøðingi at seta í starv fulla tíð í eitt tvey ára tíðaravmarkað starv frá 1. mars ella skjótast gjørligt. Setanin kann leingjast við 1-2 árum, um báðir partar ynskja tað.

Tjóðsavnið eigur ein hóp av lutum á goymslu, sum í 2024 fekk staðfest blámusopp. Í hesum sambandi er Tjóðsavnið farið undir eina verkætlan, har høvuðsendamálið er at reinsa, skráseta, pakka og flyta allar lutir Tjóðsavnsins í onnur fyribils goymsluhølir. Fornfrøðingurin kemur at arbeiða í hesum verkætlanartoymi.

Talan er um eitt týdningarmikið og áhugavert starv, har arbeitt verður við fornfrøðiliga gripatilfarinum í Føroyum, sum er funnið síðani fyrstu útgrevstrarnar í 40’unum og fram til í dag.

Tjóðsavnið er eitt gott arbeiðspláss við nógvum ymiskum fólkum, útbúgvingum og førleikum, og vit leggja dent á trivnað og góð sosial tiltøk.

Høvuðsuppgávurnar hjá fornfrøðinginum eru:

  • At handfara og reinsa fornlutir
  • Fornfrøðiligar metingar av lutum
  • At skráseta lutir í SARA (t.e. savnsskrásetingarskipanin)
  • At seta skrásetingarnr. á lutir
  • Avmynda lutir
  • Umpakka og flyta lutir
  • Annað savnsarbeiði

Førleikar:

  • Útbúgving: Bachelor/kandidatur í fornfrøði
  • Nærlagni
  • Systematisk/ur og nágreinilig/ur
  • Kunna arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Fyrikomandi, góð samstarvsevni og ágrýtni
  • Koyrikort

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Fleiri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Helga D. Michelsen, savnsvørð helgi@savn.fo tlf. 340553 ella Juliannu Mørkøre Dalbø, goymsluvørð og verkætlanarleiðara, julianna@savn.fo tlf. 340580.

Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast gjøgnum skipanina Alfred: https://alfred.fo/starv/fornfroedingur-til-tjodsavnid

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 26. januar.

Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Høvuðsuppgávan hjá Tjóðsavninum er at savna inn, skráseta, varðveita og granska og miðla í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitur lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Tjóðsavnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið