Útgivið
21. oktober 2021
Útgongur
4. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Forritari til lønarskipan

Virksemið í menningardeildini á Elektron er alsamt vaksandi. Tí leita vit eftir nýggjum starvsfeløgum at arbeiða við lønarskipanum.

Menningardeildin á Elektron verður í dag myndað av fólki, ið fakliga spenna víða, og sum virka í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi við skiftandi og avbjóðandi uppgávum.

Tú fert í høvuðsheitum at arbeiða við spennandi uppgávum innan lønarøkið saman við royndum og dugnaligum starvsfeløgum.  Tú verður partur av okkara ábyrgdarfulla lønartoymi, ið mennir og viðlíkaheldur okkara fjøllbroyttu lønarskipan. Skipanin verður nýtt av almennum og kommunalum stovnum í Føroyum, og endamálið er at umsita og avgreiða lønarviðurskifti hjá uml. 16-17.000 starvsfólkum.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Fjølbroyttar og skiftandi menningaruppgávur
  • Arbeiði við backend- og / ella frontend-menning
  • Persónliga menning (skeið)
  • Góðar setanartreytir

 Tú hevur fyrimun um:

  • tú hevur royndir við lønarskipanum

Eisini vænta vit, at tú hevur royndir innan nøkur av hesum økjum:

  • Java
  • Angular, Typescript
  • Oracle og PL/SQL
  • .Net

Møguliga hevur tú eisini certificeringar, sum styrkja tínar førleikar.

Umsókn
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hans Petur Weihe, á tlf. 295107 ella við telduposti til hansp@elektron.fo

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Umsókn við lívsrensli skal sendast til hr@elektron.fo

Samrøður verða hildnar so hvørt, til rætti persónurin er funnin.

Um Elektron
Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði. Lønin verður avtalað í mun til royndir og útbúgving.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast 60 fólk, og árliga sølan er umleið 80 mió.kr.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið