Lýsing
Søkt verður eftir einum ágrýtnum og jaligum starvsfólki til eitt avbjóðandi starv á framleiðsludeildini. Viðkomandi verður partur av einum vælvirkandi toymi, sum tekur sær av framleiðslu og pakking av heilivági og øðrum vørum eftir altjóða reglum.
Talan er um eitt farloyvisstarv til september 2023 og verður sett skjótast gjørligt.
Uppgávurnar
Høvuðsarbeiðsøki er at standa fyri áfylling av heilivági og aðrari vøru í m.a. fløskur og tupur. Annað arbeiðsøki er at vera við til at pakka skamtaðan heilivág til borgararnar. Harumframt skalt tú vera við til at loysa ymiskar smærri uppgávur, sum t.d. vask av framleiðsluútgerð og pakking av vøru.
Talan er um eitt áhugavert starv á einum gevandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri framleiðslu og at tær dámar at arbeiða við ymiskum framleiðslutólum á brúkarastøði. Vit vænta, at tú ert álítandi, væl skipað/ur, fleksibul og megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Royndir innan framleiðslu kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt farloyvisstarv til september 2023 og verður sett skjótast gjørligt. Starvið er ásett at vera uml. 30 tímar um vikuna. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. august 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo