Bakkafrost
Útgivið
28. marts 2023
Útgongur
12. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Framleiðslufólk til mjøl- og lýsiframleiðsluna
Leitar tú eftir nýggjum avbjóðingum og einum góðum arbeiðsplássi? So er tað kanska tær vit leita eftir. Vegna økt virksemi á mjøldeildini, søkja vit eftir framleiðslufólki til mjøl- og lýsiframleiðsluna á Havsbrún at byrja sum skjótast.

Havsbrún er eitt altjóða viðurkent virkið við trimum framleiðsludeildum: Mjøldeildin, ið framleiðir fiskamjøl og lýsi. Fóðurdeildin, ið framleiðir fóður til laks, og laksadeildin, ið framleiðir mjøl og lýsi burturúr laksainnvøli.

Arbeiðsøki
Á Havsbrún starvast 100 starvsfólk, av teimum starvast 40 starvsfólk á Mjøldeildini. Sum framleiðslufólk ert tú partur av einum toymi, sum framleiðir fiskamjøl og lýsi. Arbeitt verður í 12 tíma vaktum, tá fiskur er, og tá eru 4-5 fólk á hvørjari vakt. Tá ongin fiskur er verður arbeitt mánadag til fríggjadag frá kl. 8-16.

Arbeiðið á mjølvirkinum er fjølbroytt, og tú kemur at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  • Framleiðsla
  • Viðlíkahald og reinhald av útgerð og virki
  • Reinsa lýsi
  • Annað fyrifallandi arbeiði

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið