P/F Faroe Marine Products
Útgivið
24. august 2023
Útgongur
1. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ágrýtin og framfúsin, og kundi tú hugsað tær at verða partur av einum toymi, sum framleiðir mjøl og lýsi á eini nýggjari verksmiðju? So er starvið á FMP nakað fyri teg.

Starvið
Sum partur av toyminum verður tín fremsta uppgáva at ganga á vakt, tá framleitt verður. Arbeitt verður í skiftisvaktum á 12 tímars vaktum, tá framleitt verður.

Arbeiðið innber

  • tá framleiðsla er: hava eftirlit við framleiðsluni inni í kontrollrúminum
  • tá ongin framleiðsla er: fyrifallandi arbeiði, td. smyrjing og reingerðing

Talan er um tímalønt starv, og starvsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík.

Tín vangi
Fyrimunur er at tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði. Neyðugt er, at tú kanst arbeiða skeivar tíðir, tá framleiðslan koyrir alt døgni.
Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur, at tú hevur jaligan hugburð, at tú hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt starv á eini fyritøku í framhaldandi menning, har uppgávurnar eru spennandi og avbjóðandi.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast.

Meira at vita
Um tú ynskjr at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sonni Højgaard, framleiðsluleiðara, á tlt. 762222 ella t-post sonni@fmp.fo.

Umsókn
Umsókn kann sendast umvegis leinkjuna https://www.fmp.fo/sok-starv

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 1. oktobur 2023. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Faroe Marine Products
Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd, ryggir og annað til matna. Turkaðu vørurnar verða seldar til Nigeria. Í 2023 varð eisini farið undir at framleiða mjøl og lýsi úr pelagiskum fiski.
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teir hugsjón at gangnnýta størri part av fiskinum til matna. Forkanningar vístu, at bert helvtin av fiskinum, sum kom upp á land í Føroyum, fór til mannaføði. Restin varð antin koyrt burtur ella brúkt til djóraføði.
Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum.
Á virkinum starvast 45 fólk.

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið