Lýsing
Vilt tú verða við at uppbyggja framleiðsluna í eini nýggjari og framkomnari mjøl og lýsi framleiðslu, so er hetta akkurát nakað fyri teg.
Starvið
Sum partur av toyminum verður tín fremsta uppgáva at ganga á vakt, tá framleitt verður. Arbeitt verður í skiftisvaktum á 12 tímars vaktum, tá framleitt verður.
Arbeiði innber
tá framleiðsla er:
- hava eftirlit við framleiðsluni inni í kontrollrúminu
- avsekkja mjøl
- landing og avskipan
tá ongin framleiðsla er:
- fyrifallandi arbeiði, td. smyrjing og reingerðing
Talan er um tímalønt starv, og starvsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík.
Tín vangi
Fyrimunur er at tú hevur teldukunnleika á brúkarastøði. Neyðugt er, at tú kanst arbeiða skeivar tíðir, tá framleiðslan koyrir alt døgni. Hevur tú eina elektrikara- ella smiðjuútbúgving er tað ein fyrimunur, men ikki krav.
Sum persónur ert tú væl skipaður og virkisfúsur, at tú hevur jaligan hugburð, at tú hevur góð samstarvsevnir og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt starv í eini fyritøku í framhaldandi menning, har uppgávurnar eru spennadi og avbjóðandi. Arbeiði er árstíðarbundi, og tí er nógv arbeiði í ávís tíðarskeið, meðan tað eisini eru tíðarskeið við minni arbeiði.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Starvið verður sett sum skjótast.
Meira at vita
Um tú ynskjr at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sonni Højgaard, framleiðsluleiðara, á tlt. 762222 ella t-post sonni@fmp.fo
Umsókn
Umsókn kann sendast umvegis leinkjuna niðanfyri
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 1. desembur 2023. Starvið verður sett, tá skikkaður umsøkjari er funnin.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Faroe Marine Products
Faroe Marine Products er eitt føroyskt virki, ið turkar fiskahøvd, ryggir og annað til matna. Turkaðu vørurnar verða seldar til Nigeria. Í 2023 varð eisini farið undir at framleiða mjøl og lýsi úr pelagiskum fiski.
Faroe Marine Products byrjaði sítt virksemi í 2001 við teir hugsjón at gangnnýta størri part av fiskinum til matna. Forkanningar vístu, at bert helvtin av fiskinum, sum kom upp á land í Føroyum, fór til mannaføði. Restin varð antin koyrt burtur ella brúkt til djóraføði.
Virkið fær sína rávøru frá øllum fiskavirkjum í Føroyum.
Á virkinum starvast 50 fólk