Landsverk
Útgivið
10. oktober 2023
Útgongur
23. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú at gerast ein avgerandi partur av byggivinnuni í Føroyum? Trívist tú at arbeiða innan ráðlegging, leiðslu og fíggjarstýring? Ynskir tú at menna teg í tínum starvi? So er starvið sum framleiðsluleiðari hjá Landsverki kanska nakað fyri teg.

Um framleiðslueindina
Tú verður leiðari hjá framleiðslueindini, sum er partur av Virkisdeildini hjá Landsverki. Framleiðslueindin framleiðir grót, skerv og asfalt til vinnulívið og privatkundar. Í framleiðsluni starvast í løtuni 23 ágrýtin og tænastusinnað starvsfólk. Hesi starvast í ávikavist asfaltverkinum á Sundi, royndarstovuni í Kollafirði, bitumengoymsluni í Hósvík og í grótbrotunum í Hundsarabotni, Porkeri og á Hústoft.

Framleiðslueindin ment seg nógv seinastu árini. Asfaltframleiðslan er savnað inni á Sundi á einum dagførdum asfaltverki. Grótframleiðslan er ment, og í dag eru flytfør skervverk ein partur av dagliga virkseminum. Fyri framhaldandi at menna góðskuna á føroyskari grót- og asfaltframleiðslu er royndarstovan dagførd og miðsavnað í Kollafirði.

Um starvið
Sum framleiðsluleiðari vísir tú til deildarleiðaran á Virkisdeildini. Í framleiðslueindini er ein tekniskur leiðari, ein verkleiðari og ein royndarstova, ið vísa beinleiðis til tín, og vera hesi tí tínir nærmastu samskiftispartnarar. Tó verður væntað, at tú ert sjónligur í allari framleiðsluni og setur teg inn í tey viðurskifti, ið har eru, eitt nú hjá formonnunum.

Í samstarvi við títt toymi, verður tað tín uppgáva áhaldandi at menna eindirnar, gera tillagingar, og tryggja skynsama framleiðslu.

Sum framleiðsluleiðari hevur tú ábyrgdina av:
- at fáa sum mest burtur úr verkgongdini í framleiðsluketuni
- at gera metingar av framleiðslukostnaði og søluprísi
- at samskifta við vinnuna um framtíðarútlit, fyri at framtíðartryggja framleiðsluna og vørugoymsluna
- at okkara útboð av gróti, skervi og asfalti javnvigar við eftirspurningin
- góðskumenningini í samskifti við royndarstovuna

Førleikakrøv og væntanir
Leiðsluroyndir og royndir innan byggivinnuna ella anlegsarbeiði er ein stórur fyrimunur. Tú ert útbúgvin byggifrøðingur, verkfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

Harumframt vænta vit, at tú:
- hugsar langtíðarætlan inn í tína ráðlegging
- hevur førleikar innan búskaparstýring
- dugir væl at skipa arbeiðið – bæði títt egna og tað hjá starvsfólkunum
- samskiftir og samstarvar væl við fólk, sum hava sjónarhorn og royndir, ið eru øðrvísi enn tíni
- ert sjónlig/-ur og megnar at fáa fylgiskap

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Tænastustaðurin er í løtuni í maskinmiðstøðini í Kollafirði. Tann, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis ljósabláa teigin "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. oktober 2023.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á Virkisdeildini, Jann Dam Frandsen á tlf. 290841 ella jada@lv.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið