Looknorth
Útgivið
16. marts 2025
Útgongur
1. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Looknorth søkir eftir framleiðsluleiðara

Hevur tú hug og hegni fyri at skipa, menna og leiða eitt framleiðslutoymi? Dámar tær at arbeiða í einum virki, har vit leggja dent á nýskapan og burðardygga framleiðslu? So kundi tú verið okkara nýggi framleiðsluleiðari.

Um starvið
Sum framleiðsluleiðari hjá Looknorth verður tú við til at tryggja, at okkara framleiðsla koyrir smidliga, trygt og eftir hægstu dygd.

Tú kemur at hava ábyrgd av dagligu leiðsluni í framleiðsluni og arbeiða tætt saman við leiðsluni um at røkka málunum hjá fyritøkuni.

Arbeiðsuppgávur:

  • Leiða og menna framleiðslutoymið
  • Leggja dagligu framleiðsluna til rættis.
  • Tryggja góðsku og menna framleiðslu mannagongdir
  • Tryggja, at trygd og trivnaður eru í hásæti á arbeiðsplássinum
  • Dagligt viðlíkahald; at virkið verður hildið reint og ruddiligt.

Vit vænta, at tú
Hevur eitt lætt sinnilag, ja-ligan hugburð og dugir at stuðla og geva íblástur til starvsfólkini. Tú skalt tola at arbeiða undir trýsti.

Hevur evnir at inkludera og samskifta soleiðis, at starvsfólkini merkja, at tey eru við í øllum, ið fyriferst á virkinum.

Førleikar
Tað er ikki eitt krav, men kann vera fyrimunur um tú hevur útbúgving ella royndir við handverki, maskinum ella framleiðslu.

Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna og byrjað verður eftir nærri avtalu.

Umsóknir skulu sendast til: ragnar@looknorth.fo

Um nærri greining ynskist um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ragnar O. Sundstein, stjóra, umvegis telefon 758110 ella teldupost: ragnar@looknorth.fo

Umsóknarfreist: 1. apríl 2025.

Um Looknorth
Looknorth er plastframleiðari, sum áhaldandi mennur og framleiðir nýggjar vørur. Hetta ger at vit økja um tilgongdina og ymiskleikan av framleiðslutólum. Looknorth framleiðir seks dagar um vikuna og allar tímarnir í døgninum. Framleiðslan umfatar EPS vørur (flamingo), harðplast vørur (sproytustoyping) og termoformaðar vørur. Framleiðslutól okkara eru so at siga øll teldustýrd. Nýggjur framleiðslubygningur verður, eftir ætlan, bygdur í næstum.

Looknorth
Faktorvegur 23
Postsmoga 85
FO-710 Klaksvík
Føroyar
Tel. +298 45 81 00
looknorth@looknorth.fo
www.looknorth.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið