Lýsing
Á skipasmiðjuni hjá MEST koyra vit á og hava nú brúk fyri einum framleiðslutøkningi, sum vil rokast saman við okkum.
Vit hava brúk fyri tær, sum kann:
- tekna í 2D og 3D,
- hava teknisk upplegg,
- avgreiða ymsar uppmátingar,
- gera skeri- og arbeiðstekningar,
- og gera tjúkdarmátingar.
Tað skalt eisini kunna standa fyri tilboðsgerð.
Um teg
Tú ert ein fínur problemloysari, dugir at optimera, sært dygdir í gomlum sum nýggjum og meistrar kunstin at velja ímillum. Tú ert fakliga væl fyri, og øll eru eisini samd um, at tú:
- ert álítandi og fyrikomandi,
- sært týdningin í góðsku og nærlagni,
- kanst arbeiða undir trýsti og við fleiri tingum í senn.
Kunnleiki til skip, skipsbúnað og maskinur er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Umsóknarfreistin er 20. desember 2024
Les meira og søk starvið her:
Starvsstaðurin kann verða í Havn, á Skála ella í Runavík og verður starvið sett sum skjótast.
Gev gætur, at ein treyt við starvinum er, at tú kanst fara á arbeiðsrelaterað skeið uttanlands. Vilt tú vita meira um starvið, ring ella skriva til Sunvard á telefon 791230 ella á sj@mest.fo.
Vit eru MEST
Ein fyritøka á fimm hundrað hegnig fólk, sum hvønn morgun tørna til á føroyskum skipasmiðum og verkstøðum og í frálandavinnuni úti í heimi. Vit smíða og bøta um bátar og skip, tilevna tól úr klingandi stáli, skaffa nýtt fyri slitið og brotið og hiva og sleipa mangt less upp á pláss.
Vit eru í Havn, Runavík og á Skála, og hevur tú hug og hendur, kanst tú koma við.