
Lýsing
Kundi tú hugsað tær at tryggja at Føroyar fær ta orku okkum tørvar í dag – og samstundis verið við til at seta ferð á grøna orkuskiftið? Effo er í eini spennandi menningartilgongd – vit selja bæði olju og grønar orkuloysnir. Vit leita eftir einum søluleiðara við stórum dreymum, sum vil leiða, er nýhugsandi og setur ferð á okkara sølu og menning.
Um starvið
Sum søluleiðari í Effo verður tú ein lyklapersónur í at flyta okkum frá fortíðini og inn í eina grøna framtíð. Tú kemur at leiða søludeildina og kundatænastuna, har tú ikki einans skalt stýra og menna søluna, men eisini vera ein sjónligur leiðari, sum megnar at kveikja og motivera eitt sterkt toymi.
Tú verður við til at mynda eina strategiska kós, har vit bæði røkja nútíðar orkutørv og fyrireika okkum til framtíðina. Starvið fevnir um bæði privat- og vinnukundar – og tú fært stórt rásarúm til at seta tín egna dám á.
Vit ímynda okkum, at tú …
- Hevur sterkan strategiskan sans og dugir at seta greið mál – og náa teimum
- Hevur royndir innan sølu og leiðslu
- Trívist við at leiða eitt toymi, og taka ábyrgd og hava áræði
- Ert framúr at samskifta og dugir at skapa góð og varandi kundasambond
- Hevur áræði, er áhaldandi og forvitin eftir at finna nýggjar leiðir
Høvuðsuppgávurnar
- Selja orku – bæði olju og grøna orku, og varðveita góða kundasambandið
- Menna og leiða sølu- og kundatænastutoymið
- Leggja sølustrategi og skapa ítøkilig átøk
- Byggja og røkja góð kundasambond
- Ganga á odda fyri verkætlanum og virkismenning
- Tryggja framúr samstarv í og uttanfyri felagið
Hvat bjóða vit?
- Eitt týdningarmikið og spennandi starv í einari fyritøku, sum er ein av Føroya størstu orkuveitarum
- Møguleika at seta tín dám á bæði strategiskt og dagligt arbeiði
- Dugnalig og eldhugað starvsfólk og góðar starvsfólkatreytir
- Eitt arbeiðsumhvørvi, ið virðing, trygd, álít og dygdargóð tænasta eru í hásæti
Praktiskt
Arbeiðsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni hjá Effo á Óðinshædd í Tórshavn. Tú kemur at vera partur av leiðsluni og vísir beinleiðis til stjóran.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Umsókn og viðkomandi skjøl skulu sendast í seinasta lagi 15. apríl 2025. Um tú hevur spurningar, kanst tú venda tær til Gunnar Nielsen á 520155. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Hvat er Effo?
Effo er eitt føroysk orkufelag, sum veitir álítandi orku og tænastur til samfelagið – bæði á landi og sjógvi. Vit eru mitt í grøna orkuskiftinum og arbeiða áhaldandi við at menna okkara tilboð innan varandi orku. Okkara 220 starvsfólk kring landið leggja stóran dent á at veita framúr kundatænastu, gott arbeiðsumhvørvi samstundis sum trygdin er í hásæti. Við denti á at veita Føroyum varandi orku, eigur Effo helmingin av Vindrøkt og rekur vindmyllur í Vestmanna og á Gellingarkletti. Effo hevur 10 støðir kring oyggjarnar, harav reka vit 7. Støðirnar selja gerandisvørur, skundverðir og brennievni.