Útgivið
29. marts 2022
Útgongur
19. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Førari til pumpubil

Vit leita eftir førara til ein av okkara pumpubilum. Sum pumpuførari kemur tú at hava eina týðandi uppgávu í byggivinnuni. Tú kemur at luttaka í spennandi byggiuppgávum í øllum landinum.

 Arbeiðsøki
Tú kemur at koyra pumpubil og veita betong til okkara egnu verkætlanir, aðrar byggifyritøkur og til privata marknaðin.

 Vit vænta, at tú

  • ert arbeiðssamur/-som
  • ert røkin og nærlagdur/løgd
  • ert álítandi
  • ert fleksibul
  • hevur góð samstarvsevnir
  • Tað er ein fyrimunur at hava royndir sum pumpu- ella kranførari men ikki eitt krav. Tú hevur koyrikort (C).

Vit bjóða

  • Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti
  • Nútímans útgerð.
  • Førleikamenning

Lønin og setanartreytir
Starvið verður sett, skjótast til ber. Lønin og setanartreytir verða samsvarandi royndum og førleikum.

Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Rúna Klementsen á telefon 216609.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. apríl 2022. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 230 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið