Strandfaraskip Landsins
Útgivið
7. februar 2025
Útgongur
2. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Áðrenn vit vita av tí, so er summarið aftur í hondum. Í tí sambandinum sóknast Strandferðslan eftir summarfrítíðaravloysarum, at avloysa umborð á øllum skipunum hjá okkum. Talan er um avloysarastørv sum navigatør, dekkari, catering og innan maskin.

Niðanfyri fært tú innlit í, hvørji førleikakrøvini eru til omanfyrinevnd størv. Talan er um tíðarskeiðið frá fyrst í mai til síðst í septembur.

Setanin er tengd at ásettari arbeiðsætlan, ið er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ein ynskir at avloysa á.

Um tú sum umsøkjari bert er partvíst tøk/ur hetta tíðarskeiðið, verður tú biðin um at upplýsa nær, tú ert tøk/ur.

Førleikakrøv navigatør:

  • STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsførari/stýrimaður/skipari við handilsskipum
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3
  • Eftirútbúgving sum sjúkraviðgeri STCW A-VI/4-1, 4-2
  • GOC in GMDSS STCW reg. IV/2

Førleikakrøv maskin:

  • STCW áteknað sjóvinnubræv sum skipsmaskinmeistari/skipsmaskinistur
  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2, A-VI/3

Førleikakrøv dekkari:

  • Ófulltikin / Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð á skipi STCW A-VI/1-2

Førleikakrøv catering:

  • Heilsuváttan (bláu bók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1

Onnur viðkomandi krøv fyri øll størvini:
Vit vænta at tú megnar at samskifta og vegleiða ferðafólk á føroyskum og enskum. Harafturat er tað ein fyrimunur at hava kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master. Annars vænta vit at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevnir. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi, álítandi, kundavinarlig/ur og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.

Lønar- og setanarviðurskifti:
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Starvið verður lønt sambært nevnda sáttmála.

Umsóknarfreistin er 2. mars 2025. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til manningarsamskipara, Ólavur Bech, á tlf. 293016 ella við at senda ein teldupost til olbe@ssl.fo.

Søk starvið her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins er ein stovnur við spjaddum virksemi kring landið, ið virkar allar dagar í vikuni, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Stovnurin er landsfyritøka undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir, har av 7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir. Til at røkja hesar leiðir hevur SSL 9 ferjur og 48 bussar. Samlaða ferðafólkatalið í 2020 var umleið 900.000 ferðandi, har av umleið 600.000 brúktu ferjurnar á Oyggjaleiðum og á leið 300.000 nýttu bussarnar á Bygdaleiðum. Til at røkja hesar tænastur hevur SSL umleið 170 starvsfólk. Fyrisitingin er skipað í 5 deildir: Fíggjardeild, Samferðsludeild, Sjódeild, KT-deild og Starvsfólkadeild

Líknandi størv

6. marts 2025
6. marts 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið