Lýsing
Fríðtíðarskúlina á Argjahamri - Til børn, fyri børn og um børn.
Tað grør um gangandi fót á Argjum og vit verða nógv børn aftaná summarferiuna. Tí søkja vit eftir fleiri námsfrøðingum og hjálparfólkum at byrja 12.august 2025.
Hjá okkum leggja vit dagarnar til rættis eftir áhugamálunum hjá børnunum, í samstarvi við børnini og altíð við hjarta á rætta stað. Vit skipa fyri tiltøkum, sum samansjóða børnini og vit eru nærløgd í dannilsisferðini hjá børnunum.
Vit virða frítíðina hjá børnunum og síggja spæl, bæði inni og úti, sum ein virðuligan part av dannilsisferðini og til tað góða barnalívið.
At samstarva við børn er áhugavert, stuttligt og gevandi. Sum oftast vísa tey okkum vegin til tað stuttliga og vit taka ábyrgd.
Vit eru ein stórur stovnur við nógvum møguleikum. Vit eru fakliga væl fyri og hava tað serstakliga stuttligt.
Vit søkja eftir fólki at arbeiða 25 og 30 tíma viku. Onnur tímasamanseting er eisini møgulig.
Ert tú forvitin eftir at vita meira, ert tú vælkomin at ringja, skriva ella koma á gátt, so vísa vit tær fegin runt.
Kennir tú teg aftur í okkara virðisgrundarlag, so smekka eina umsókn avstað. Vit gleða okkum longu!