Atlantic Airways
Útgivið
30. december 2024
Útgongur
31. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir eldhugaðum flogternum og -tænarum til fríyrkis størv komandi ár. Sum fríyrkis flogterna/-tænari hjá okkum sleppur tú at royna teg í avbjóðandi starvi saman við dugnaligum starvsfeløgum í framtakshugaðari fyritøku.

Sum partur av okkara cabin crew ert tú andlitið hjá Atlantic Airways úteftir. Tú bjóðar teimum ferðandi vælkomin umborð og syrgir fyri, at teirra ferð er trygg, stundislig og ómakaleys. Saman við toyminum umborð setir tú okkara viðskiftafólk í miðdepilin og vísir teimum, at Atlantic Airways er flogfelag við fyrstafloks tænastu. Tú syrgir fyri, at tað er reint og ruddiligt umborð og hjálpir og vegleiðir teimum ferðandi, tá tørvur er á tí.

Krøv

Fyri at søkja starvið skalt tú:

  • vera í minsta lagi 20 ár
  • duga at samskifta á føroyskum, í minsta lagi einum norðurlendskum máli og á enskum
  • kunna verða heilsugóðkend/-ur at fáa flúgviloyvi (hava góða heilsu – bæði krops- og sálarliga)
  • hava vanliga sjón (m.a. vanliga litsjón), umframt vanliga hoyrn
  • megna at svimja 200 metrar
  • ongar sjónligar tatoveringar hava

Neyðugt er at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvøllir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).
Rúsevnisroynd verður framd hjá øllum útvaldum umsøkjarum, fyri at umsøkjarin skal verða góðkendur til neyðugu skeiðini.

Hevur tú miðnámsútbúgving og vilt royna okkurt nýtt, áðrenn tú fert undir víðari lesnað, hóskar starvið kanska serliga væl til tín. Tað ber eisini til at arbeiða okkurt vikuskifti, samstundis sum tú ert undir útbúgving.

Um teg

Vit leita eftir tær, sum:

  • dugir og ert tilvitað/-ur um at gera ferðina hjá okkara viðskiftafólki so trygga, stundvísa og smidliga sum gjørligt
  • tekur ábyrgd og veitir eina framúr góða tænastu
  • kanst arbeiða undir trýsti og trívist væl í tøttum samstarvi við onnur eins og at arbeiða sjálvstøðugt
  • ert ein viðleikari, sum hugsar í loysnum
  • ert fleksibul
  • dugir at leggja títt arbeiði til rættis og hevur yvirlit
  • hevur miðnámsskúlaútbúgving ella royndir í tænastuvinnuni

Setan

Setanarsamrøður verða í viku 8, 9 og 10. Fært tú starvið í boði, skalt tú til læknakanning í Keypmannahavn, og áðrenn tú byrjar, skalt tú á skeið í Føroyum og í Keypmannahavn. Skeiði verður í viku 14, 15, 16, 17. Vika 14 í Føroyum og vika 15-17 í Keypmannahavn.

Undirvísingin í Keypmannahavn fer fram á enskum.

Ferð, uppihald og dagpeningur til mat verður latið teir dagarnar, tú luttekur á skeiðinum. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíð og -staður

Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinustarvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú vera tøk/-ur til neyðugu starvsvenjingina á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð frá síðst í juni 2024. Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógarásettu hvílitíðini. Starvið er við støð í Føroyum. Løn og dagpeningur sambært galdandi sáttmála. Vit vænta, at tú kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.

Umsóknir

Hevur tú hug at søkja starvið, trýstir tú her. Umsóknarfreistin er tann 31. januar 2024.

Vilt tú vita meira?

So kanst tú seta teg í samband við Palmu Kajsdóttir, kabinuovasta, tel. 220 132 og telduposti: palma@atlantic.fo, ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702 og telduposti: heidig@atlantic.fo.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið