Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvið
Vit arbeiða við at menna heimasíður, appir og telduskipanir. Vit leggja stóran dent á, at allar loysnirnar eru lættar at nýta og at upplivingin hjá brúkaranum av loysnunum er tann besta.

Starvið inniber at implementera snið av eini heimasíðu, app ella skipan í HTML, CSS og Javascript. Tað hevur týdning, at tú hevur tev fyri sniði, og dugir at implementera snið rætt.

Vit hava drúgvar royndir og útbúgvingar innan talgildar brúkaraupplivingar, sniðgeving og forritan, og tí eru góðir møguleikar fyri upplæring og sparring.

Vit bjóða
Vit bjóða tær fjølbroyttar og spennandi uppgávur, sum tú fært høvi at seta tín dám á.

Vit bjóða tær eitt róligt og óhátíðarligt umhvørvi.

Vit bjóða væl skipaði viðurskifti og nútímans arbeiðsmannagongdir.

Vit bjóða tær góðan mat, burgara hvønn mikudag og eitt tað besta ljóðdoyvandi headsettið, ið finst!

Vit bjóða tær góð hølir í Saltangará, nýggja útgerð og góðar treytir. Lønin verður avtalað okkara millum, og hon avspeglar tínar førleikar og verður kappingarfør.

Vit vita væl, at ongin dugir alt, og tí geva vit tær neyðugu upplæringina í tínum arbeiði og neyðugu amboðunum.

Vit hava foosball-borð, Tetris, rubik’s cubes, talv, og annað, sum slíkt starv krevur

Vit vænta
Afturfyri vænta vit, at tú ynskir at vera millum tey bestu og tú ert errin av einum væl úr hondum greiddum arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú:

  • Dugir HTML, CSS og Javascript út í æsir
  • Hevur royndir við at implementera snið
  • Hevur royndir við einum ella fleiri av fylgjandi Javascript frameworks: Vue, Angular, React, Svelte ella AlpineJS
  • Hevur royndir ella útbúgving innan økið. Tú ert kanska útbúgvin innan KT-verkfrøði, multimediadesign, webudvikling, webintegrator ella líknandi. Útbúgving er tó ikki eitt krav.

Royndir við PHP og WordPress eru greiðir fyrimunir, men ikki eitt krav. Harafturat eru royndir við Tailwind, Git, Ionic, NodeJS, og Laravel ein fyrimunur.

Tingini flyta seg skjótt innan okkara øki, vit flyta okkum við, og tí er tað týdningarmikið, at tú fylgir væl við og dugir at ognar tær nýggjar førleikar og at taka nýggj rák til tín.

Annað
Vit ynskja at seta rætta viðkomandi í starv skjótast gjørligt. Ring ella skriva til okkum og sig, at tú ert áhugað/ur í starvinum, so taka vit tað harfrá. Vit hava onga umsóknarfreist ásett.

Vit lova, at allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og við virðing. Vit svara øllum skjótt aftur.

Samrøður verða hildnar leypandi, til vit hava funnið ta røttu ella tann rætta.

Samband
Vit gleða okkum at frætta frá tær. Skriva til til Pól Andrias á pal@lunnar.fo ella ring til hann á 234021.

Um okkum
Vit arbeiða við at menna heimasíður, appir og telduskipanir. Vit leggja stóran dent á, at allar loysnirnar eru lættar at nýta og at brúkaraupplivingin er tann besta. Okkara mál er at gera tær bestu heimasíðurnar, appurnar og skipanirnar í landinum!

Vit eru sjey starvsfólk við ymiskum førleikum innan sniðgeving, brúkaraupplivingar og forritan. Øll hava útbúgving innan sítt øki.

Vit rópa okkum føroyameistarar í WordPress, og tað forpliktar! Vit menna eisini plugins til WordPress og samskifta við aðrar skipanir.

Vit sniðgeva í Figma, XD og øðrum forritum.

 

 

Líknandi størv

Forritari til menningardeildina   Faroe Islands nýtt
16. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið