Lýsing
Frost søkir eftir elektrikaralærlingi
Ert tú ágrýtin, hevur áræði, og hevur hug og hegni at arbeiða við handaligum arbeiði, so ert tú kanska tann, sum vit leita eftir.
P/F Frost søkir eftir einum dugnaligum og álítandi elektrikaralærlingi at byrja skjótast gjørligt.
P/F Frost er eitt virki, sum tænir bæði fiski- og alivinnuni, byggi- og flutningsvinnuni og tænastuvinnuni. Virksemið hjá P/F Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum.
Lærutíðin er 4 ár, men kann styttast, um tú hevur tikið SIT ella líknandi skúlaskeið. Skúlagongdin er í Føroyum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarin
- Er skipað(ur), sjálvstøðug(ur) og tekur ábyrgd
- Megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Hevur koyrikort til persónbil
- Tað er ein fyrimunur um tú hevur SIT
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi arbeiðspláss í menning
- Skipaða upplæring
- Nógvar og fjølbroyttar uppgávur
- Góðar arbeiðsumstøður
Løn sambært avtalu.
Vilt tú vita meira, so ert tú vælkomin at spyrja okkum. Umsóknir og spurningar um læruplássi skulu sendast til frost@frost.fo. Tú kanst eisini spyrja teg fyri á tel. 311124.
Umsóknarfreist er 30.04.22