FarPay
Útgivið
8. august 2025
Útgongur
19. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú kundavinarlig/ur og brennur fyri at veita tænastu við høgari góðsku? Trívist tú í einum fjøltáttaðum umhvørvi við skiftandi uppgávum, og hevur tú tøkniligt tev og áræði til at vegleiða og hjálpa kundum? So er tað kanska teg, ið vit leita eftir til okkara kunda, FarPay.

Um FarPay
FarPay er ein væleydnað og skjóttvaksandi fintech-fyritøka við eini nútímans SaaS-loysn, sum automatiserar og effektiviserar alla roknskaparprosessina – frá rokningaveiting og samskipan av gjaldsmátum til sjálvvirkandi áminningar og bókhald. FarPay integrerar við fíggjarstýringarskipanina hjá kundunum og hjálpir at spara tíð, betra um gjaldføri og minka um manuellar uppgávur. Við skrivstovum í ávikavist Keypmannahavn og Tórshavn bjóðar FarPay eitt fjølbroytt og dynamiskt arbeiðsumhvørvi við fleksibiliteti og professjonalismu; hvønn dag verður arbeitt fyri at skapa virði fyri teirra umleið 1.500 kundar.

Um toymið
Tú verður partur av einum ágrýtnum og vaksandi toymi við Jákup Martin Vandsdal, COO, sum leiðara. Umframt teg, vit nú sóknast eftir, telur toymið fýra starvsfelagar. Sambært vakstrarættlanum hjá FarPay eru fleiri ætlanir fyri toymið longu á veg.

Um starvið
Vit leita eftir einum persóni, sum trívist í einum kundavinarligum leikluti og er íðin at tryggja tænastu við bestu góðsku til kundarnar hjá FarPay. Tú verður partur av einum toymi við høgum málum, og tú fært møguleika at vera við at mynda arbeiðsháttin. Tú noyðist ikki at duga alt frá byrjan; týdningarmest er, at tú hevur rætta hugburðin og viljan at læra. Innlit í bókhald og roknskaparligar arbeiðsgongdir er ein greiður fyrimunur, serliga viðvíkjandi skuldarabókhaldi. Hevur tú eisini kunnleika til fíggjar- og roknskaparskipanir, er hetta ein stórur fyrimunur. Tað hevur minni at siga, hvørja útbúgving tú hevur. Tó er tað ein fyrimunur, um tú hevur meira enn tvey ára royndir innan kundatænastu í viðkomandi vinnu, til dømis innan fintech, SaaS ella bókhald.

Tínar arbeiðsuppgávur fevna millum annað um at:

  • Veita bestu 1st-level support sum fyrsta kontakt við kundar umvegis teldupost og telefon
  • Svara spurningum og veita dygdargóða vegleiðing um loysnirnar hjá FarPay
  • Skráseta, skjalfesta og avgreiða tænastuveitingar í Ticket-skipanini
  • Viðgera mál, sum eru í gongd og tryggja høgt kundanøgdsemi
  • Tryggja greitt og støðugt samskifti um støðu og framgongd
  • Savna og miðla afturmeldingar frá kundum til innanhýsis toymi
  • Gera kundar varugar við nýggjar møguleikar við FarPay

Um teg
Ein stakgóður umsøkjari skal duga at arbeiða og avgreiða fyrispurningar sjálvstøðugt. Tú skalt veita eina haldgóða og professjonella tænastu við kundanum í huga. Tú skalt klára at navigera í eini fjøltáttaðum gerandisdegi við starvsfeløgum í ymsum londum. Eisini skalt tú hava hug at halda teg dagførda/n um nýggja vitan og tryggja gott samstarv við starvsfelagar. Harumframt vænta vit, at tú ert:

  • Treyst/ur og sjálvstøðug/ur
  • Dugnalig/ur at samstarva og greiða frá fløkjasligum spurningum
  • Mál- og loysnasinnað/ur
  • Proaktiv/ur og skipað/ur
  • Professjonell/ur
  • Góðskutilvitin og analytisk/ur

Gott innlit í bókhaldsskipanir og góð vitan um fíggjar- og roknskaparskipanir eru eitt krav. Tað er ein fyrimunur, um tú kennur skipanir sum e-conomic, Microsoft Dynamics 365, Business Central og Hubspot og hevur arbeiðsroyndir við dátugrunnum umvegis SQL. Tú skalt hava góðar skrivligar og málsligar førleikar bæði í donskum og enskum.

Hví velja FarPay?
Tú verður partur av einari væleydnaðari og slóðbrótandi fintech-fyritøku, sum setur kundan í høvuðssæti í øllum, tey gera. FarPay hevur eina haldgóða fíggjarstøðu og ein støðugt vaksandi kundaskara. Tú fært beinleiðis kundasamband bæði í Danmark og Føroyum, har tú hjálpir kundum við fyrispurningum til FarPay. Afturat hesum verður tú partur av einum dynamiskum og dugnaligum toymi við royndum leiðara. Tú fært ein gerandisdag í ljósum, nútímans skrivstovum hjá FarPay mitt í annaðhvørt Keypmannahavn ella Tórshavn – við einum hugnaligum umhvørvi beint uttan fyri hurðina.

Soleiðis søkir tú
Starvið verður umsitið av Talentum, og vit viðgera umsóknir so hvørt. Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Partnara, Bogi Magnussen, á +45 53888976.

Søk starvið her.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið