HON+HANN
Lýsing
Hevur tú áhuga fyri móta og góðari kundatænastu?
Hon+Hann søkir nú eftir einum eldhugaðum og álítandi starvsfólki til fulltíðarstarv í okkara klædnahandli.
Arbeiðsuppgávur:
- Móttøka og vegleiðing av kundum
- Søla av klæðum og tilhoyri til kvinnur og menn
- Uppseting og framsýning av vørum í handlinum
- Kassa- og goymsluarbeiði
- Annað fyrifallandi arbeiði í dagliga rakstrinum
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga fyri móta og góðan smekk
- Ert fyrikomandi, opin og dámar væl at arbeiða við fólki
- Arbeiðir sjálvstøðugt og ert ábyrgdarfull/ur
- Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá tørvur er á tí
- Hevur royndir innan sølu ella kundatænastu (ikki krav, men ein fyrimunur)
Vit bjóða:
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum livandi klædnahandli
- Góðan arbeiðsanda saman við dugnaligum starvsfeløgum
- Arbeiðstíðir sambært avtalu
Starvsbyrjan eftir nærri avtalu.
Umsóknir skulu sendast til honhann@honhann.fo
Meira kunning fæst við at venda sær til Havgrím á tel. 211211.