VØRN
Útgivið
26. august 2022
Útgongur
12. september 2022
Staður
Yviri við Strond 3, Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Eitt starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Høvuðsuppgávur:

Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini
  • Annað fyrifallandi arbeiði

 

Førleikakrøv:

  • Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum
  • Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu

 

Dentur verður annars lagdur á:

  • Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
  • Royndir innan yrkið
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

 

Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum  skulu vera Vørn í hendi í

seinasta lagi  12. september 2022 kl. 12.00.


Starvið verður sett sum skjótast.
Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo


(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið