VØRN MRCC
Útgivið
16. januar 2023
Útgongur
31. januar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verður hervið lýst leyst.

Høvuðsuppgávur:
Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:

  • Ganga vakt eftir vaktarskipan
  • Luttaka í dagliga arbeiðinum
  • Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv:

  • Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum
  • Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu

Dentur verður annars lagdur á:

  • Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
  • Royndir innan yrkið
  • Góð samstarvsevni
  • Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav

Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 31. januar 2023 kl. 12.00.

Starvið verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

16. december 2025
Kringvarpið søkir eftir journalisti   Faroe Islands nýtt
16. december 2025
16. december 2025
16. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið