Løgmálaráðið
Útgivið
31. marts 2023
Útgongur
19. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Løgmálaráðið søkir eftir trimum fulltrúum at byrja 1. august 2023 ella
sambært nærri avtalu.

Um størvini
Uppgávurnar í fulltrúastørvunum fevna breitt, m.a. um:
• Lógarmál, undir hesum m.a. fyrisitingarlóg, innlitslóg, dátuverndarlóg og ríkislóggávu.
• Útlendinga- og integrasjónslóggávu.
• Kommunumál og vallóggávu.
• Rúsdrekka- og matstovulóggávu.
• Fíggjarrættarlóggávu, m.a. fýra almenn partafeløg.
• Tilbúgving, altjóða menningarsamstarv og neyðhjálp.

Yvirskipað skalt tú sum fulltrúi veita landsstýrismanninum og aðalstjóra
ráðgeving og tænastur innan tey málsøkir, sum Løgmálaráðið varðar av.
Partur av hesum er at fyrireika lógar- og kunngerðaruppskot, gera
upprit og frágreiðingar sum lýsa ávís mál.

Aftur at hesum skalt tú sum fulltrúi taka lut í eftirkanning av lógar- og
kunngerðaruppskotum hjá landsfyrisitingini, sum er ein av kjarnuuppgávunum hjá Løgmálaráðnum. Eisini kunnu væntast aðrar fyrisitingarligar uppgávur og málsviðgerð av ymiskum slagi.

Sum fulltrúi í Løgmálaráðnum verður væntað av tær, at tú hevur áhuga
fyri politikki og samfelagsviðurskiftum, og at tú ert førur fyri at varða
sjálvstøðugt av teimum fakøkjum, tú hevur ábyrgdina av.

Vit bjóða tær eitt avbjóðandi og spennandi starv í einum politiskum og
fakligum umhvørvi, ið hevur við sær góðar møguleikar fyri fakligari
menning.

Útbúgvingar- og førleikakrøv
Fulltrúarnir skulu hava løgfrøðiligt embætisprógv (cand.jur.) ella aðra
viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, so sum útbúgving
innan búskaparfrøði, stjórnmálafrøði ella samfelagsfrøði.

Tað verður væntað, at tú sýnir ábygd og skilvísi. At tú ert ágrýtin og
hevur lætt við at seta teg inn í nýggj fakøki.

Aftur at hesum verður væntað, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt,
men at tú eisini dugir at samskifta og samstarva við onnur, eitt nú í
arbeiðsbólkum og tvørturum stjórnarráð. Tað er ein fyrimunur, um tú
hevur royndir innan almenna fyrisiting og kunnleika til fakøkini, sum tú
fert at hava ábyrgdina av.

Dentur verður lagdur á, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði á
skrift og í talu.

Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Løgmálaráðið, Løgmansskrivstovunan og hini stjórnarráðini.

Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Løgmálaráðið, Gongin 7, Postrúm 64, FO-110 Tórshavn ella umvegis teldupost til lmr@lmr.fo

Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. apríl
2023, kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Nellu Festirstein.

Løgmálaráðið er nýtt stjórnarráð við nógvum spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. Løgmálaráðið hevur fakligu ábyrgdina av løgmálum, sum fevnir um bæði lóggávu, sum er undir føroyskum málsræðið, og ríkislóggávu. Løgmálaráðið ráðgevur øðrum stjórnarráðum í lógartøkniligum spurningum og eftirkannar øll lógaruppskot og kunngerðir, sum stjórnarráðini gera.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið