Lýsing
Sosiala deild í Tórshavnar kommunu søkir ein ágrýtnan fulltrúa til barnaverndarøkið. Talan er um eitt nýtt starv.
Um starvið
Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild, sum aftur er partur av Trivnarðarfyrisitingini. Á deildini verður tú partur av einum tvørfakligum toymið við 13 sosialráðgevum, 5 familjuráðgevum, 2 sálarfrøðingum og 2 skrivarum umframt leiðslu.
Deildin hevur fyrisitingarligar og ráðgevandi uppgávur til politisku skipanina og samstarvar við aðrar fyrisitingar og deildir í kommununi. Barnaverndartænastan hevur støðugt fokus á at menna tvørfakliga arbeiðið tvørur um geirar, umframt fyribyrgjandi arbeiðið gjøgnum SSP arbeiðið og skúla- og dagstovnasamstarv. Tað verður arbeitt sambært lóg um barnavernd.
Sum fulltrúi verður tú, saman við deildini, ein týðandi partur í at styrkja og menna virksemi hjá barnaverndartænastuni. Talan er um eitt nýtt starv, og kemur tú at vera við til at at mynda starvið.