Heilsustýrið
Útgivið
16. februar 2026
Útgongur
3. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Lýst verður eftir fulltrúa til Farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkið hjá Heilsustýrinum.

Stovnurin
Heilsustýrið er fakligur myndugleiki á heilsuøkinum í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Heilsustýrið ráðgevur politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin savnar, greinar og miðlar heilsufakliga vitan, ger heilsufrágreiðingar, umsitur skráir og leggur við hesum fakligt grundarlag undir arbeiðið innan fólkaheilsu, fyribyrging og heilsutilbúgving í Føroyum.

Farsóttar- og heilsutilbúgvingarøkið í Heilsustýrinum er nýtt og arbeiðir við heilsutilbúgving og farsóttarøkinum, sum varð yvirtikið frá Landslæknanum 1. januar 2024. Okkum tørvar ein fulltrúa, sum skal samskipa arbeiðið innan farsóttar- og heilsutilbúgving og vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri at útinna hesar uppgávurnar hjá stovninum.

Uppgávur

  • Menna og samskipa farsóttarøkið.
  • Skipa, menna og greina hagtøl á farsóttarøkinum sambært altjóða leisti.
  • Fyrireika, umsita og menna skráir til farsóttar- og heilsutilbúgvingararbeiði.
  • Gera greiningar og heilsufrágreiðingar við støði í kanningar- og granskingarúrslitum.
  • Vera við til at savna, greina og miðla fakliga vitan, sum er grundarlag fyri arbeiði og tilmælum hjá stovninum.

Førleikar

  • Masterútbúgving í biomedisini ella samsvarandi.
  • Hollar royndir við at arbeiða innan farsóttarøkið.
  • Royndir innan heilsutilbúgving.
  • Royndir við hagtalsarbeiði (t.d. R, SPSS ella líknandi).
  • Royndir við at framleiða og miðla fakligt tilfar.
  • Royndir við dátainnsavning, m.a. spurnakanningum.
  • At arbeiða granskingargrundað og greina granskingarúrslit.
  • At gera heilsufrøðiligar frágreiðingar.

Um teg
Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/- ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/-ur og áhugað/-ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.

Tú hevur góðar førleikar at samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Viðkomandi kunnleiki til vanligu telduforritini er neyðugur.

Umsókn
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi
fakfelag og Fíggjarmálaráðið. Setanarøkið er Almanna- og Heilsumálaráðið og stovnar undir ráðnum. Fulltrúin vísir til stjóran í Heilsustýrinum og skal tola broytingar í starvinum og starvsinnihaldinum.

Freistin at søkja er 3. mars 2026. Starvið verður sett skjótast til ber.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Noomi O. Gregersen, stjóra, tlf. 233050.
Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til hst@hst.fo.

Fá meira at vita um Heilsustýrið á www.hst.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið