Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Útgivið
7. juni 2024
Útgongur
27. juni 2024
Staður
Yviri við Strond 15, Postrúm 347, FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
jens.helgi.toftum@fisk.fo

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við at menna og umsita regluverkið innan okkara fremstu vinnugrein og at luttaka í fleirtjóða samstarvi og fiskiveiðisamráðingum við onnur lond?

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið søkir eftir fulltrúa til spennandi og avbjóðandi starv at byrja skjótast gjørligt.

Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða á fiskivinnuøkinum, har uppgávurnar m.a. eru:

  • At luttaka í arbeiðinum at menna og dagføra lóggávu og regluverk, sum skipar fiskiskapin.
  • At viðgera mál á fiskivinnuøkinum saman við øðrum í ráðnum og stovnum undir ráðnum.
  • At luttaka í fiskiveiðisamráðingum við onnur lond og í virksemi í fleirtjóða fiskiveiðifelagsskapum.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá hægri lærustovni innan samfelagsvísund ella aðra viðkomandi kandidatútbúgving.

Vit vænta, at tú

  • dugir at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt, og at tú eisini dugir at samskifta og samstarva við onnur fyri at loysa mál í felag,
  • hevur góð greiningarevni, innlit í samfelagsviðurskifti og politiskt tev,
  • ert málsøkin og loysir uppgávur við góðum huga og nærlagni,
  • hevur góðar sosialar førleikar, ert fleksibul og viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi,
  • dugir væl at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu.

Arbeiðsuppgávurnar hava við sær ferðing uttanlands, og roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, sum verða loystar í tøttum samstarvi við starvsfelagar í ráðnum.

Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.

Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga. Tí eru góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.

Løn og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og skal setast skjótast gjørligt ella eftir avtalu.

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknarfreist
Um starvið hevur tín áhuga, send okkum umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til
starv@fisk.fo í seinasta lagi 27. juni 2024.

Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Jens Helga Toftum, ráðgeva, tlf. 553240 ella t-post jens.helgi.toftum@fisk.fo.

Vit gleða okkum at frætta frá tær.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið