Lýsing
Starv sum fulltrúi í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini er leyst at søkja til setan 1. august 2025 ella skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávunar eru fjølbroyttar og kunnu fevna um øll øki, sum fyrisitingin arbeiðir við. Fyrisitingin fevnir um alt heilsuøki í Tórshavnar kommunu, t.e. eldraøkið, barnatannrøktina, kommunalu skyldurnar viðvíkjandi kommunulæknum, nú broytt til heilsudeplar og Gigni. Eisini eru onnur smærri øki sum fyrisitingin arbeiðir við.
Sum fulltrúi í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini fert tú at arbeiða við málsviðgerð, hava samband við borgarar, gera mál klár til politiska støðutakan, vera við til at seta politiskar samtyktir í verk og vera við í ymsum verkætlanum. Av øðrum uppgávum kunnu nevnast:
- Góðkenna rokningar
- Umsita sáttmálar og leigusáttmálar
- Gera almenn útboð og tilboðsfyrispurningar
- Samskipa upptøkufundir um búpláss og bíðilistar.
- Samskifta við kommunulæknar og Gigni um m.a. keyp av innbúgvi
- Hoyringssvar og innlitisumbønir
- Umsita Eldraráðið í Tórshavnar kommunu
Aðrar uppgávur kunnu verða lagdar aftrat starvinum.
Tú fer eisini at hava samband við borgarar, avvarðandi, starvsfólk á eldraøkinum og miðfyrisitingini, politisku skipanina og tætt samstarv við starvsfelagar.
Starvsstaðið er í hølunum í gamla posthúsinum á Vaglinum. Í fyrisitingini starvast tveir fulltrúar, ein dygdarmennari, eitt verkætlanarstarvsfólk, tveir skrivarar og ein deildarleiðari.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144650