Heilsumálaráðið
Útgivið
2. maj 2024
Útgongur
20. maj 2024
Staður
Eirargarður 2,100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
hmr@hmr.fo

Lýsing

- avloysari fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi -

Starvið
Heilsumálaráðið søkir eftir einum fulltrúa fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi at byrja 15. august 2024 og fram til og við 30. apríl 2025. Starvið kann møguliga leingjast. Talan er um fulltíðar starv.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir umsøkjara við útbúgving frá hægri lærustovni innan samfelagfrøði, stjórnmálafrøði ella aðrari viðkomandi útbúgving.

Persónlig førleikakrøv og royndir
Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

  • hevur áhuga og innlit í samfelagsviðurskifti,
  • er skjót/ur at seta seg inn í nýggj fakøki,
  • hevur góðar samskiftisførleikar í føroyskum og donskum, bæði munnliga og skrivliga,
  • hevur góð samstarvsevni,
  • hevur góð greiningarevni,
  • hevur politiskt tev,
  • er tænastuhugað/ur, fleksibul og miðvís/ur,
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og er væl skipað/ur,
  • royndir at arbeiða við skipaðum tilgongdum.

Umsøkjarar skulu eisini hava evni til at hugsa strategiskt og samskifta á ymiskum stigum.

Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða greiningar, málsviðgerð, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og aðrar ad-hoc uppgávur. Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora. Tú kemur í stóran mun at luttaka í arbeiðinum at orða nýggjan heilsupolitikk, menning av primera geiranum, tannlæknaøkinum umframt øðrum uppgávum innan primera heilsuøkið.

Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, virkandi aðalstjóra, á tel. 304050/734002 ella umvegis teldupost til bjorgfrid@hmr.fo at fáa nærri upplýsingar.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast til:

Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

ella við telduposti til hmr@hmr.fo

Umsóknir skulu vera Heilsumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2024.

Tú kanst lesa meira um málsøkið, sum Heilsumálaráðið umsitur, á www.hmr.fo

 

Heilsumálaráðið umsitur sjúkrahúsverkið, stovnar og fyriskipanir innan heilsuøkið, apoteksverkið, fyribyrgjandi heilsutiltøk, heilsugranskingarmál, ráð og nevndir innan heilsuøkið, rúsevnismisnýtslu, sinnissjúk, tilbúgving á heilsuøkinum og tubbaksmál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið