Gjaldstovan
Útgivið
29. april 2025
Útgongur
15. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Gjaldstovan leitar eftir einum fulltrúa til at seta ferð á útboðið av landsins innkeypi. Okkara fremsta mál er at fáa sum mest fyri skattapengarnar og stimbra kappingina í vinnuni.

Keyp Landsins er sjálvstøðug deild undir Gjaldstovuni. Deildin hevur leiðara, tvey starvsfólk og heldur til í góðum umstøðum í Albert Hall á Argjum.

Keyp Landsins skal nú upp í ferð

Tú fert, saman við feløgunum á deildini, at:

  • samskifta við landsins ráð og stovnar um tørv og ynski
  • gera rammuavtalur og fylgja við teimum
  • samskifta við veitarar og gera prísavtalur
  • framleiða greiðar vegleiðingar um útboðstilfar
  • viðgera umsóknir um undantøk frá útboðskrøvum
  • skriva ársfrágreiðing um virksemið hjá  Keyp Landsins.

Tú fert undir uppgávuna við áræði, sjálvandi

Tí tú hevur góðar fyrisitingarligar førleikar og gott eyga fyri einum góðum handli. Tú hevur kanska eisini royndirnar og veitst, hvussu tú fært tingini at henda.

Tú hevur eina útbúgving, sum gevur tær gott grundarlag innan fyrisiting, t.d. cand.jur., cand.merc.jur. ella onkran bachelor ella kandidat í fyrisitingarligum yrki.

Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Samstundis veitst tú, hvussu týdningarmikið gott samstarv er við bæði stovnar og veitarar. Tú dugir tað væl og fært ofta undirtøku fyri tínum sjónarmiðum.

Vit hava eitt stórt hagtalsgrundarlag við 230.000 rokningum um árið. Tí er tað ein fyrimunur, um tú hevur hug og hegni at arbeiða við tølum. Tað er eisini umráðandi, at tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og talu.

Starvið er fulla tíð, men kann tillagast til tín tørv, tí vit eru smidlig

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag, eitt nú Akademikarafelagið, Búskapar- og løgfrøðingafelagið ella Starvsfelagið.

Arbeiðsstaðurin er Gjaldstovan í Albert Hall á Argjum. Tú kanst byrja í starvinum beinanvegin ella eftir avtalu.

Umsóknarfreistin er 15. mai í 2025

Send okkum umsóknina við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo. Skriva “Keyp Landsins” sum evni. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Hevur tú spurningar ella ynskir meiri kunning um starvið, ert tú vælkomin at venda sær til Hall Thomsen, deildarleiðara, á hallur@gjaldstovan.fo ella á telefon 228060.

Um okkum
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Síðan Gjaldstovan varð stovnað í 1939, hevur hon verið kjarnin í allari almennari búskaparstýring. Tað eru stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna, og eru hesi skipað í sjey høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Roknskapur Landsins, Búskaparskipan Landsins, Talgildu Føroyar og Keyp Landsins, og øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum brúka okkara tænastur, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast, tí skipa vit javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið