Lýsing
Hevur tú áhuga fyri fiskivinnu og at fremja føroysk áhugamál í fleirtjóða samstarvi og fiskiveiðisamráðingum við onnur lond, umframt at menna og umsita regluverkið innan okkara fremstu vinnugrein?
Tilfeingis- og vinnumálaráðið søkir eftir fulltrúa til spennandi og avbjóðandi starv at byrja skjótast gjørligt.
Sum fulltrúi fert tú at arbeiða á Fiskivinnudeildini, har uppgávurnar m.a. eru:
- At luttaka í strandarlandasamráðingum, sínámillum fiskiveiðisamráðingum og í fleirtjóða fiskiveiðifelagsskapum.
- At luttaka í arbeiðinum at menna og dagføra lóggávu og regluverk, sum skipar fiskiskapin.
- At viðgera mál á fiskivinnuøkinum saman við øðrum í ráðnum og stovnum undir ráðnum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava kandidatútbúgving frá hægri lærustovni innan samfelagsvísund ella aðra viðkomandi kandidatútbúgving.
Tað hevur týdning, at tú ert fakliga væl fyri, brennur fyri at arbeiða í okkara stjórnarráði, og at tú hevur áhuga fyri og innlit í viðurskifti, sum hava týdning fyri starvið, undir hesum m.a. altjóða-, fyrisitingarlig- og politisk viðurskifti.
Umframt hetta leggja vit dent á, at tú
- hevur góð diplomatisk evni
- hevur góð greiningarevni, arbeiðir skipað, miðvíst og við nærlagni
- dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, enskum, og donskum
- arbeiðir sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
- ert málsøkin og fært nógv frá hondini
- hevur góðar sosialar førleikar, ert fleksibul og viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi
Tað kann vera ein fyrimunur, at tú hevur góðar førleikar at arbeiða við taltilfari.
Starvið hevur við sær nógva ferðing, og tað er tí umráðandi, at tú hevur umstøður til tað. Roknast kann við, at arbeiðstíðin javnan fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv við fleksiblum kørmum og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, sum verða loystar í tøttum samstarvi við starvsfelagar í ráðnum.
Tú verður partur av dugnaligum starvsfólkahópi, har vit raðfesta trivnað og gott arbeiðsumhvørvi.
Vit leggja dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga. Tí eru góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.
Løn og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Tilfeingis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Umsóknarfreist
Um starvið hevur tín áhuga, send okkum umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum til starv@tvmr.fo í seinasta lagi 16. mars 2026.
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Elina Mortensen, deildarstjóra, tlf. 55 61 42 ella teldupost elinm@tvmr.fo.
Vit gleða okkum at frætta frá tær
_______________________________________________________________________
Tilfeingis- og vinnumálaráðið er eitt av seks stjórnarráðum í landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot
til veruleika. Ráðið umsitur alimál, bjarging, búnaðarmál, einkarætt, ferðavinnu, fiskirannsóknir og -gransking, fiskiveiðieftirlit, fiskivinnumál, fjarskiftissamskiftismál, handilsmál, hvalamál, inntøkutrygd fiskimanna, jarðfrøði, kolvetni, merki, mynstur, nettrygd, oljumál, sjóvinnumál, tilbúgving og trygd, tónleikavinnu, tryggingarmál, veðurtænastu, veterinermál, vinnufeløg og vinnumál.