Lýsing
Tú fert í tøttum samstarvi við leiðsuna at hava ábyrgdina at menna og reka innanhýsis- og uttanhýsisamskiftið. Eisini fert tú at hava ein lyklaleiklut í arbeiðinum við at seta í verk okkara ætlan fyri rekruttering. Harumframt skalt tú hjálpa leiðsluni við ymiskum uppgávum innan procesfacilitering.
Tú arbeiðir á skipaðan hátt og er vanur/von við at standa á odda fyri samansettum verkætlanum við nógvum áhugamálum úr byrjan til enda. Tú kemur ofta við uppskotum og ert virkisfús/ur og ábyrgdarfull/ur. Tú klárar at arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at ganga nýggjar leiðir. Tú torir at spyrja atfinningarsamar spurningar, samstundis sum tú ert við til at fremja eitt gevandi orðaskifti, ið miðar eftir loysnum. Tú virðismetir og gevur títt íkast til eitt álítandi arbeiðsumhvørvi og ert vanur/von við at samstarva við fólk, sum hava onnur sjónarmið og aðrar royndir enn tú.